Framsýning
Andrias Andreassen, Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Rannvá Pálsdóttir Kunoy, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Tórbjørn Olsen, Tróndur Patursson og Bjarni W. Sørensen.
Tað eru nøvnini, sum standa handan heystframsýningina, nú hon leygardagin opnar fyri almenninginum, og hóast klandur og rok millum føroysk listafólk, so fær hesin bólkurin illa verið róptur annað enn elitan í føroyskari list.
Nýggj perspektiv
Áður hevur heystframsýningin verið ein náttúrligur partur av tí, sum er fyrifarið innan karmarnar hjá Listaskálanum, men í ár verða onnur høli tikin í nýtslu til endamálið. Gamla stál- og aluminiumsgoymslan hjá Skipasmiðjuni í Havn verður nú karmur um tiltakið, og sambært listafólkunum sjálvum er talan um eini høli, sum eru framúr væl egnað til endamálið.
- Hetta gevur nøkur heilt onnur perspektiv í eini listaframsýning, heldur Tróndur Patursson.
- Fyrst og fremst, so eru hølini somikið rúmlig, at verkini síggjast heilt øðrvísi, enn tey gera í eitt nú Skálanum ella í Smiðjuni. Hartil, so eru gamla smiðjuhøllin at kalla rá. Her eru ongar dikkedarir av nøkrum slag, og tí verða tað myndirnar, sum verða tað berandi í øllum, og tað gevur nakað heilt annað, heldur hann.
Tørvur á nýggjum hølum
Spurdur, hvørt høllin hjá Skipasmiðjuni kanska verður tað forum, sum »útbrótararnir« eisini koma at nýta framyvir, sigur Tróndur, at tað kundi væl hent seg.
- Nú er ikki nakað endaligt avtalað, men vit hava líka sum roynt at lagt tað upp tann vegin. Og kunnu vit semjast um eina avtalu, sum til ber at gjalda seg burturúr, so er tað als ikki óhugsandi.
- Ikki minst, so gevur hetta fleiri aðrar áhugaverdar møguleikar enn júst bara eina vanliga framsýning. Atkomuviðurskiftini við eini stórari lyft, og gólvið, sum er bygt til at bera eini trý tons. Tí kann talan eisini verða um stórar skulpturar við meira, sum verða framsýnd her. Og stóra víddin ger tað eisini gjørligt, at partar av hølunum verða nýttir til ymisk endamál, so sum skeiðvirksemi við meira.
- Og í øllum førum haldi eg, at tað er tørvur á eini slíkari høll her í Havn. Gott nokk hava vit Skálan og Smiðjuna, men sammetir tú við t.d. Reykjavík, so hava tey eini fýra stór høli til slíkt endamál. Tað gevur møguleika fyri fleiri framsýningum og størri fjølbroytni, og tí haldi eg heilt víst, at vit hava tørv á, sigur Tróndur Patursson at enda.
Stál- og aluminiumsgoymslan hjá Skipasmiðjuni er sokallaði grøni bygningurin á Rundini. Inngongd er í suðurendanum av bygninginum.