Superliga
Mánadagin komu boðini. Á tíðindafundi í Parkini í Keypmannahavn segði FCK miðvallarin Ståle Solbakken, at hann fer ongantíð aftur at spæla fótbólt á høgum støði. Í síðstu viku ljóðaði annars, at tað vóru góðir møguleikar fyri, at norski liðfelagin hjá Toda Jónsson aftur fór at spæla.
Ståle Solbakken kunngjørdi avgerðina um at gevast við gráturødd:
? Eg kenni meg væl, men læknarnir kunnu ikki veita trygd fyri, at tað, sum var mær fyri undir venjing fyri tveimum mánaðum síðani, kann koma fyri eina ferð afturat. Konan hevur sagt mær, at so ber tað ikki til at spæla fótbólt á høgum støði, og eg eri samdur við henni.
Ståle Solbakken, sum, hóast hann bara spældi fjúrtan dystir fyri FCK, gjørdist ein hin best umtókti spælarin í felagnum nakrantíð, helt fyri, at tað var við atliti til so mong, at hann hevði tikið tungu avgerðina um at gevast:
? Tað ber ikki til, at onnur halda ondini, hvørja ferð eg liggi eftir á í fótbólti. Spurningurin hevði alla tíðina verið, um eg nú fór at koma á føtur aftur. Tað kann eg ikki bjóða fyrst og fremst konuni og børnunum, men hetta hevði heldur ikki borið til yvirfyri liðfeløgunum, mótstøðumonnunum, áskoðarunum og pressuni. Tað hevur verið tungt at tikið avgerðina, men tá eg hugsi um, hvussu væl eg eri komin meg aftur, eftir at eg lá í respiratori fyri tveimum mánaðum síðani, so eigur hetta ikki at hava so stóran týdning, staðfestir 33 ára gamli norðmaðurin, sum í 1997 kom til AaB, har hann spældi 70 dystir, áðrenn hann í fjør flutti til FCK.
Ståle Solbakken umboðaði Noreg í 58 landsdystum.
Ítróttarstjórin hjá FCK, Niels Christian Holmstrøm, segði á tíðindafundinum, at teir fara at tosa um, hvussu tað skal verða við framtíðini hjá Ståle Solbakken og FCK.
? Men áðrenn vit fara at gera tað, skulu hann og familjan halda frí og hvíla eitt sindur. Tað hevur verið strevið hjá teimum teir seinastu tveir mánaðirnar.
Nýggjan spælara
FCK kunngjørdi á sama tíðindafundi, at teir hava keypt ein spælara. Talan er um Carsten Fredgaard, sum felagið hevur gjørt fýra og eitt hálvt ára sáttmála við. Hann hevur áður spælt í Lyngby og tískil verið liðfelagi við fleiri av FCK spælarunum. Tey bæði seinastu árini hevur framrættaði maðurin verið í Sunderland, men har hevur hann spælt ímillum lítið og einki. Eitt skifti var hann útleigaður til Bolton.
Todi Jónsson hevur á sínari egnum heimasíðu, todi.fo, hesa viðmerkingina um nýggja liðfelagan hjá sær:
? Carsten Fredgaard kenni eg væl. Vit hava spælt saman í Lyngby. Hann er skjótur, og so hevur hann hampuliga góðan teknikk. Plássini hjá honum eru í álopinum og á miðvøllinum í vinstru síðu.
Tað vil við øðrum orðum siga, at talan er um ein kappingarneyta til plássini hjá Toda í FCK. Men í løtuni tykist ikki vera so nógv hjá Toda at óttast fyri. Vit fingu tað ikki við í blaðnum í gjár, og tí taka vit tað við nú, at sunnukvøldið metti fótbóltssendingin onside í TV3, at Todi hevði staðið seg so mikið væl ímóti Herfølge, at teir settu hann á vikuliðið.