Tróndur Kragesteen var skjótur at ásanna, at spælið hjá Neistanum hevði verið lítið sannførandi stóran part av dystinum móti H71. Men hann helt ikki, at teir høvdu undirmett hoyvíkingar.
- Summar dystir er tað bara so, at tú ikki ert í snúningum. Og tað haldi eg var galdandi fyri okkum stóran part av dystinum.
Men hvat er tað so, sum ger, at tit brádliga koma ígognd?
- Vit fáa verjuna at koyra. Hon er altíð grundarlagið í hondbólti. Tað steðgar teimum í at skora, og tá vit so samstundis fáa nøkur løtt kontra-mál, gevur tað okkum luft. Og eftir tað var eingin ivi um úrslitið.
Tit hava undan árinum í ár sagt, at gullið er málið. Er tann setningurin eins greiður framvegis?
- Har er eingin broyting. Vit ætla okkum allan vegin, og tað er tað, sum vit allir sum ein arbeiða knallhart fyri, sigur Tróndur.