ST hevur nú fingið kunning um, at Grønland hevur fingið sína sjálvstýrislóg, sum millum annað staðfestir rætt grønlendinga til sjálvavgerðarrætt, rætt til sjálvstýri, at tað grønlendska málið er tað almenna málið í landinum.
Í fráboðanini, sum Ban Ki-Moon, aðalskrivari, fekk frá danska ST-sendiharanum um vikuskiftið, fekk aðalskrivarin eina áheitan um at kunna øll limalondini um broyttu støðu Grønlands.
KNR sigur, at Kuupik Kleist og Lars Løkke Rasmussen skulu hava eitt felags tiltak í sambandi við sjálvstýrið eina ferð seinni.