ST: Kostar yvir 300 millardir krónur at endurbyggja Gaza

Fyribilsmetingin gevur eina ábending um endurbyggingartørvin í Gaza, sigur ST.

Tað fer at kosta í minsta lagi 53 milliardir dollarar at byggja Gazageiran uppaftur eftir ísraelsku oyðileggingina.

Hetta er ein fyribils meting frá ST, skrivar tíðindastovan AFP.

Upphæddin svarar til stívliga 382 milliardir krónur.

Tær fyrstu 20 milliardirnar verða brúktar fyrstu trý árini av umbyggingini, upplýsir ST.

- Hóast tað ikki hevur eydnast at gera eina umfatandi meting av verandi umhvørvi í Gaza, so gevur fyribils metingin eina ábending um ógvusliga umbyggingartørvin í Gazageiranum, sigur ST-aðalskrivarin, António Guterres, í eini frágreiðing.

ST hevur áhaldandi givið metingar um, hvat tað fer at kosta at byggja Gaza uppaftur.

Í mai metti menningarætlanin hjá Sameindu Tjóðum, UNDP, at umbyggingin fór at kosta upp til 40 milliardir dollarar, skrivar The Guardian.

So seint sum í januar metti ST, at umbyggingin kundi enda við at kosta upp til 80 milliardir dollarar, skrivar miðilin DW.

##med2##

##med3##

##med4##