FIMLEIKUR
Fitt av fólki var og hugdi, tá ið Føroya Fimleikasamband skipaði fyri FM-amboðskapping fyri lið leygardagin. Tað skerst ikki burtur, at føroysku fimleikararnir gerast betri og betri fyri hvørja kapping, sum er á skránni. Kappingin er hørð, eisini innanhýsis í feløgunum, og hetta ger, at støðið í føroyska fimleikaheiminum er í støðugari hækking.
Vegna streymslit var kappingin nakað seinkað, men væl gekk, tá ið fimleikararnir endiliga sluppu í gongd. Kappingin var skipað í tveimum; fyrra kappingin var fyri menn og kvinnur; hin kappingin var fyri mans- og kvinnuunglingar, gentur og dreingir, piltar og pinkur.
Sum vant kappaðust fimleikararnir í trimum greinum. Genturnar kappaðust á gólvi, í lopi um hest og á bitanum. Dreingirnir kappaðust á gólvi, í lopi um hest og í ringunum.
Fimleikararnir, sum kappaðust, vóru frá trimum feløgum: Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk. Liðkappingin er skipað soleiðis, at tríggir teir bestu karakterirnir hjá hvørjum liði verða taldir við. Á hvørjum liði kunnu í mesta lagi vera fimm fimleikarar.
Hóast kappingin var sera spennandi, gjørdist hetta ein sera langur dagur, serliga hjá yngru fimleikarunum og ikki minst dómarunum, sum sótu og dømdu heilt frá kl. 12:00 til 19:30, tá ið kappingin var liðug.
Føroyameistararnir leygardagin vóru allir úr Støkk ella Havnar Fimleikafelag. Støkk eigur føroyameistararnar hjá kvinnunum, pinkunum og dreingjunum. Havnar Fimleikafelag eigur føroyameistararnar hjá monnunum, kvinnuunglingunum, gentunum og piltunum. Einki lið var í bólkinum fyri mansunglingar, og í bólkunum hjá kvinnuunglingunum og piltunum var Havnar Fimleikafelag einasta felag, ið megnaði at stilla upp við liði.
Eingin ivi er í, at fimleikarar og venjarar hava gjørt eitt megnar arbeiði hetta seinasta árið; nýggj lop um hest vóru at síggja, umframt at støðið á hinum amboðunum eisini er hækkað. Venjingarumstøðurnar hjá amboðsfimleikarunum í Føroyum eru batnaðar nakað, men enn er langur vegur á mál. Tað sæst tó, at fimleikararnir fáa nógv burturúr venjingarlegunum uttanlands, sum fleiri teirra hava verið til í ár. Tað verður heilt víst spennandi at fylgja amboðsfimleikarunum framyvir.