Støkk inn kanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Frá í morgin bjóðar Klaksvíkar Sjúkrahús støkk inn Covid-19 kanningar.

Tað merkir, at nú er ikki neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna.

Nýggja kanningarstaðið letur upp á Víkavegnum mándagin 10. august frá kl. 10.00. Møguleiki er at lata seg kanna hvønn dag frá kl.10.00 til kl. 13.00. Talan er um tvey kanningar støð, har bíðirøðin til kanningarnar verður eftir Klaksvíksskákinum, omanfyri sjúkrahúsið. Hetta vil siga, at fólk kunnu møta upp í bili, har tey verða skrásett og kannaði á staðnum.

Klaksvíkar kommuna ger vart við, at Víkavegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, meðan kanningar verða gjørdar. Tí verður heitt á bilførarar um at vísa stórsta varsemi og fylgja skeltingini á staðnum.