Fimleikarar, venjarar, fyrireikarar, hjálparfólk, starvsnevnd, foreldur, vinfólk og politikarar fyltu fimleikahøllina í Glyvra skúla mánakvøldið, tá ið fimleikafelagið Støkk skipaði fyri móttøku í sambandi við, at Støkk vann Fimleikafagnaðin 2006.
Jastrid Weihe, skrivari í starvsnevndini hjá Støkk, bjóðaði vælkomin, og síðani helt Unn Steingrund, forkvinna, eina røðu, har hon rósti fimleikarum, venjarum, fyrireikarum og øllum, sum hava hjálpt til at gera úrslitið hjá felagnum so gott, sum tað gjørdist. Hon handaði venjarunum gávur sum tøkk fyri stóru arbeiðsorkuna, sum hevur verið løgd í verkætlanina.
Bodil Tausen og Joan Simonsen vóru høvuðsfyrireikarar hjá Støkk í ár, og hóast teirra unga aldur, megnaðu tær hesa stóru uppgávu til fulnar. Takkarlistin hjá teimum mundi ongan enda tikið, so nógv hava verið og hjálpt til í ár.
Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevndini í Runavíkar Kommunu, var eisini komin at heiðra felagið. Í røðuni segði hann millum annað, at Støkk ger eitt sera stórt arbeiði fyri børnini, ungdómin og tey vaksnu í kommununi, og tað eru øll sera takksom fyri. Venjararnir fingu eitt ordans herðaklapp, umframt blómur og heilsanir frá Runavíkar Kommunu. Nógv smíl vóru at síggja, tá ið hann segði:”Tit vita ikki, hvussu góðir vit eru við tykkum øll!” Fleiri kommunalir politikarar vóru at síggja í fimleikahøllini mánakvøldið, og Kári Højgaard, býráðslimur, bar eisini fram eina hjartaliga heilsan til felagið.
Tá ið røður og annað var av, var drekkamunnur, og fimleikararnir fingu endiliga høvi til sjálvi at síggja framførsluna hjá Støkk til fimleikafagnaðin, sum var víst á stórskýggja. Aftaná fingu øll, sum høvdu verið við til framførsluna hjá Støkk, handað heiðursbræv frá Føroya Fimleikasambandi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Væl nøgd við árið
Fimleikafelagið Støkk av Glyvrum kann hátíðarhalda 40 ára stovningardagin 23. november, og tað er ikki sørt, sum tað hevur gingið væl hjá felagnum í ár. Støkk eigur fleiri av føroyameistarunum í amboðsfimleiki, kvinnurnar vunnu føroyameistaraskapin í estetiskum fimleiki, og sunnudagin vóru umleið 100 fimleikarar hjá felagnum við til at vinna fimleikafagnaðin, og harvið ferðasteypið til ognar.
Vit eru heilt ótrúliga væl nøgd við hetta seinasta árið, sigur Unn Steingrund, forkvinna í starvsnevndini hjá Støkk. Alt hevur gingið sum eftir ánni. Fimleikaligu úrslitini hava verið framúr góð, og at vit harafturat hava fingið Norðoya Sparikassa sum høvuðsstuðul, er heilt fantastiskt. Tað ger arbeiðið hjá okkum nógv lættari, og ikki minst hugaligari. Runavíkar Kommuna hevur eisini stuðlað okkum væl, bæði fíggjarliga, og tá ið hugsað verður um venjingarhøli. Felagið hevur eina sera spennandi framtíð í væntu; okkara fimleikarar hava ment seg sera nógv seinastu árini, og nú verður nýggja Støkkhøllin eisini skjótt veruleiki, so tað gongur heilt ótrúliga væl í løtuni.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggir búnar
Seinastu nógvu árini hevur Støkk havt sín eyðkenda búna, sum hevur verið hin sami síðani fyrst í 1990’unum; men til fimleikafagnaðin í ár var ein nýggjur búni at síggja. –Vit hava leingi tosað um at fáa nýggjar búnar til felagið, men tað er ongantíð komið so langt. -Og nú, vit hava fingið Norðoya Sparikassa til høvuðsstuðul, hildu vit tað vera eina sjálvfylgju, at teir síggjast aftur á búnunum hjá okkum, sigur Unn Steingrund. Nýggju draktirnar eru sera snøggar, og eisini nógv bíligari enn hinar gomlu, sum vóru hondseymaðar her í kommununi, sigur hon. Og sigast kann, at fimleikararnir veruliga hava tikið væl ímóti nýggja búnanum, tí hóast teir eru komnir fyri heilt stuttari tíð síðani, høvdu næstan øll keypt sær nýggja búnan til fimleikafagnaðin, so tað gleðast vit um, leggur hon afturat.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Støkk 40 ár
Hósdagin 23. november fyllir Støkk 40 ár, og hetta verður sjálvsagt hátíðarhildið. Enn eru øll tiltøkini ikki komin upp á pláss, men vit fara í øllum førum at hava eina fimleikaframsýning í ítróttarhøllini í Runavík fríggjadagin 25. november. Umframt ymisk framsýningarlið, verður fimleikafagnaðurin hjá okkum sjálvsagt eisini vístur enn einaferð, so tað verður spennandi, sigur ein væl nøgd forkvinna at enda.