Støkk - ein spennandi tíð fyri framman

Felagið hevur verið við til at myndað oddin í føroyskum fimleiki í nógv ár og hava íðkarar hjá Støkk vunnið hópin av heiðursmerkjum, bæði í heimligum kappingum og eitt nú á oyggjaleikum

Fimleikarfelagið Støkk varð stovnað í 1966. Stovnararnir vóru Jóhanna og Kaj Aage Troest saman við Svavu og Jóhan Kjeld.
Síðani 1966 hevur Støkk verið virkið alla tíðina, og er Støkk eitt fimleikafelag við stoltum traditiónum og einum livandi og nútímans hugburði um, at heilsa og rørsla er ein týðandi partur av tí góða lívinum.
Felagið hevur ment seg gjøgnum tíðirnar til í dag at vera eitt av teimum stóru feløgunum í landinum.
Í dag telir felagið umleið 600 íðkandi og 50 venjarar. Hesir koma serliga úr økinum kring Skálafjørðin, men koma íðkarar eisini aðrastaðni frá at gera fimleik í Støkk.
Felagið hevur verið við til at myndað oddin í føroyskum fimleiki í nógv ár og hava íðkarar hjá Støkk vunnið felagnum hópin av heiðursmerkjum, bæði í heimligum kappingum og eitt nú á oyggjaleikum. Eisini hevur fimleikaliðið hjá Støkk luttikið í heimsmeistarkappingum í estetiskum fimleiki.
Nú kappingarárið í fimleiki er um at vera av, kunnu vit gleðast um, at eisini í hesum kappingarári eydnaðist at vinna fleiri heiðursmerkir, og at gentuliðið í estetiskum fimleiki gjørdist FM-vinnarar.
Hølisviðurskiftini hjá felagnum hava verið skiftandi. Serliga eru tað fimleikahallirnar og ítróttarhøllin í kommununi, ið hava verið brúkt til at íðka í. Kappingarfimleikurin krevur serlig hølisviðurskifti og til at nøkta hendan tørvin leigar felagið ein part av hølunum hjá Atlantic Supply Base. Hetta er felagið sera takksamt fyri.
Gamla Støkk-høllin, sum var í ringum standi, varð rivin niður fyrst í mai, og er nýggja høllin, sum verður bygd millum ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin væl ávegis. Gongst, sum ætlað, stendur hon liðug fyrst í komandi ár.
Ein spennandi tíð stendur fyri framman. Við hesi nýggju høllini ber til at savna nærum allan fimleikin undir einum taki, og fer hetta vónandi at menna felagið, bæði ítróttarliga og sosialt.
Fimleikaárið byrjar aftur í heyst, og eru øll vælkomin at gera fimleik í Støkk.