Oddagrein
Avgerðin hjá europeiska mannarættindadómstólinum um úrvalssáttmálar hevur skakað fakfelagsumhvørvið í Norðurlondum. Avgerðin tekur støðið undan elligamlari sáttmálabundnari siðvenju í Norðurlondum. Sambært hesa siðvenju, ið sum nevnt oftast er staðfest í avtalum, kunnu arbeiðsgevarar bert seta fólk í arbeiði, sum eru limir í fakfelag, sum viðkomandi arbeiðsgevari hevur sáttmála við. Við hesi avgerð dómstólsins rillar støði undir allari fakrættarligu skipini í Norðurlondum og sostatt eisini í Føroyum.
Úrvalssáttmálin hevur medvirkað til at tryggja friðin á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum. Meginreglan í úrvalssáttmálum hevur lutvíst verið við til at forða arbeiðsgevarum at nýta arbeiðsmegi úr einum fakfelag til at taka upp verkfallsrakt arbeiði. Meginreglan hevur hartil mótvirkað spjaðing í fakfelagsrørslunum. Hetta hevur sjálvsagt havt týdning fyri løntakarasíðuna. Uppaftur størri týdning hevur tað tó havt, at arbeiðsgevarin bert hevur havt ein og sama part at samráðast við. Hetta hava norðurlendskir arbeiðsgevarar yvirhøvur mett sum ein stóran fyrimun. Tað hevur sostatt ikki verið fyri bláu eygu løntakara, at arbeiðsgevarar hava gjørt úrvalssáttmálar. Heldur hevur hetta verið tí, at tað henda skipan hevur verið mett sum tann hentasti myndilin eisini fyri arbeiðsgevarasíðuna.
Tað er, sum flestøllum kunnugt, stórur munur á skipanum arbeiðsmarknaðarins í Norðurlondum øðrumegin og so Suðureuropa hinumegin. Suðureuropeiski arbeiðsmarknaðurin hevur verið og er framvegis eyðkendur av nógvum fakfeløgum innan sama øki. Men rákið tey seinastu mongu árini hevur tó gingið móti norðurlendska leistinum. Skipanin í Suðureuropeiska arbeiðsmarknaðarkervinum hevur ikki tryggjað eina serstakliga støðuga skipan. Hesin arbeiðsmarknaður er eyðkendur av órógv, afturvendandi samráðingum og nógvum verkføllum. Ein av mongum orsøkum til hesa støðu er júst tann sera samansetta skipanin við fleiri fakfeløgum innan sama øki - tað veri seg kristilig, sosialdemokratisk, kommunistisk, liberal, you name it! Tað er tí ikki heilt lætt at skilja, hví føroyska arbeiðsgevarasíðan eintýtt fegnast um avgerðina um úrvalssáttmálar hjá mannarættindadómstólinum. Henda avgerð fer ikki at gera støðuna á t.d. danska arbeiðsmarknaðinum lættari. Hinvegin er avgerðin eingin vanlukka fyri føroyska løntakaran. Men avgerðin fer at seta uppaftur størri krøv til leiðslurnar at útvega limum fyrimunir og trygd. Um leiðslurnar megna hetta er neyvan vandi fyri nógvum feløgum innan sama øki útyvir ta geografisku spjaðing, sum longu er frammanundan. Avgerðin um úrvalssáttmálar hevur eina sera áhugaverda fylgju í Føroyum. Avgerðin merkir, at føroyska fakfelagsrørslan nú verður noydd til at samskipa seg í eitt ella fleiri meginfeløg. Um ikki feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum nú finna saman í eitt føroyskt LO, kann støðan skjótt gerast hættislig fyri ikki at siga beinleiðis anarkistisk. Finna feløgini hinvegin saman fær arbeiðsgevarin ein enn sterkari mótpart í framtíðini. Men hann fær eisini meira skipað viðurskifti, so nú ræður um hjá pørtunum at halda høvdini køld og at hugsa seg væl um, áðrenn strategi verður løgd.
Sosialurin