ST hvassorðað um rakettroynd

ST-trygdarráðið samtykti í gjárkvøldið eina hvassorðaða niðurstøðu í sambandi við, at Norðurkorea royndi eina langtberandi rakett gjáranáttina.

Trygdarráðið sigur, at rakettroyndin var eitt greitt brot á tær samtyktir, sum trygdarráðið fyrr hevur gjørt viðvíkjandi kjarnorkuverkætlanini hjá Norðurkorea.

Amerikanarar siga, at rakettroyndin hevur gjørt støðuna í økinum ótrygga, og bæði USA og ES hava sagt, at tey umhugsa nýggj tiltøk ímóti Norðurkorea. Russland og Kina hasva eisini funnist at rakettroyndini.

Norðurkoreanar siga, at málið við rakettini var at seta ein veðurfylgisvein í ringrás um jørðina, men onnur lond siga rakettroyndina vera part av landsins kjarnorkuverkætlan.