ST-hermenn til Darfur

Teir illa útgjørdu afrikonsku hermenninir, sum hava roynt at tryggja frið í Darfur, fáa nú hjálp

ST-trygdarráðið samtykti í gjárkvøldið einmælt at manna eina friðarvarðveitandi herdeild, sum skal hjálpa teimum 7.000 afrikonsku hermonnunum, sum higartil hava roynt at tryggja friðin í tí ófriðarliga, sudanska landspartinum Darfur. Uppskotið var frá Belgia, Bretlandi, Fraklandi, Italia, Kongo, Peru og Slovakia.

 

Í samtyktini stendur, at ST-deildin skal hava heimild til at brúka makt, men tó bara í sjálvverju, og um tað er neyðugt fyri at verja starvsfólk hjá hjálparfelagsskapum. Upprunaliga var ætlanin, at ST-hermenninir skuldu hava heimild til at leggja hald á ólóglig vápn, men tann parturin av uppskotinum bleiv strikaður.

 

Nýggja deildin fær í mesta lagi 19.000 hermenn afturat teimum 7.000 afrikonsku.