St. Helena fann seks ítróttarfólk

Oyggjaleikirnir hesaferð eru teir størstu nakrantíð, men stórur munur er á oyggjunum, sum taka lut á Oyggjaleikunum. Minstu oyggjarnar muna lítið afturímóti teimum stóru og fólkaríku – og onkrastaðni í røðini er miðlingurin Føroyar at finna

3200 ítróttarfólk úr 25 oyggjasamfeløgum fara næstu vikuna at kappast á 13. Oyggjaleikunum, sum verða hildnir á Álandi. Hetta er aðru ferð, at oyggjaríka oyggjalandið er vertur fyri Oyggjaleikirnar.

Oyggjaleikirnir teljast millum stóru ítróttarkappingarnar í Europa, og leikirnir vaksa støðugt í vavi.

Alt byrjaði á bretksu oynni Isle of Man í 1985. Tá var grundarlagið lagt við einari kapping millum oyggjar, men neyvan mundi nakar hugsa, at leikirnir fóru at vaksa seg so stórar og sterkar, sum teir hava gjørt.

Hugskotið við Oyggjaleikum er at geva ítróttarfólki úr smærri oyggjum í Europa møguleikan at kappast á einum støði, har oyggjarnar hava kjans at vinna og standa seg í kappingini annars. Øll árini hevur dentur eisini verið lagdur á, at leikinir skulu verða vinarligir og friðarligir. Nógv verður gjørt burturúr, at ítróttarfólkini skulu hava tað gott og trívast á leikunum – og tað hevur í stóran mun eydnast.


Minsta oyggin 600 íbúgvar

Talið á oyggjum, sum taka lut í Oyggjaleikunum, er vakið síðani byrjanina. Føroyar hava verið við øll árini, og fyribils er markið fyri leikirnar sett við 25 oyggjar, sum nú taka lut.

Oyggjarnar eru sera ymiskar. Summar kunnu dusa sær í góðveðri og við góðum hitalagið, meðan aðrar stríðast við hvassan landsynning og regn á hásumri.

Oyggin Sark er minsta oyggin – tá ið tað kemur til fólkatalið – sum tekur lut á Oyggjaleikunum. Á Sark eru umleið 600 íbúgvar. Hinvegin kunnu Isle of Wight finna síni ítróttartalent millum sínar umleið 140.000 íbúgvar. Restin av oyggjunum hava eitt fólkatal, sum liggur millum 600 og 140.000.


Fótbólturin er størstur

14 ítróttargreinar eru á Oyggjaleikum. 10 av ítróttargreinunum eru tær somu hvørjaferð, meðan vertsoyggin hevur møguleikan at skifta nakrar ítróttargreinar út, so at tær passa til tað, sum oyggjarnar kunnu hýsa.

Fótbólturin er eisini størstur á Oyggjaleikunum – í øllum forum í tali av luttakarrum. Hesaferð fara 691 fótbóltsspælarar at royna seg, men eingin av teimum verður í føroyskum búna. Føroyar hava ikki tikið lut í fótbólti seinastu tveir Oyggjaleikirnar.

Minsta ítróttargreinin hesaferð er siglingin, har 30 luttakarar verða við.

Føroyar senda umleið 120 ítróttarfólk avstað til leikirnar, men tað er ikki í nánd av helvtina av talinum, sum Rhodos hevur við. Rhodos er best mannaða ítróttarliðið, og tey hava sløk 300 fólk við á leikunum hesaferð. St. Helena hinvegin hevur funnið seks ítróttarfólk, sum eru nóg góð at taka lut á leikunum hesaferð.



FAKTA

Ítróttargreinar: 14

Ítróttarfólk: 3200

Leiðarar: 500

Størsta lið: Rhodos (298 fólk)

Minsta lið: St. Helena (6 fólk)

Størsta ítróttargrein: Fótbóltur (691 luttakarar)

Minsta ítróttargrein: Sigling (30 luttakarar)