Tað er stúgvandi fult í Miðlahúsinum í kvøld, nú endabresturin er í valstríðnum og um eina løtu bresta samgonguleiðarin, Jóannes Eidesgaard, og andstøðuleiðarin, Høgni Hoydal, saman í teirri seinastu orrustuni upp undir løgtingsvalið í morgin. Fundurin verður beinleiðis varpaður út á Rás 2 Beint nú er endabresturin í valstríðnum niðri í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hòast fundurin verður varpaður út beinleiðis á Rás 2, er stúgvandi fult av fólki komið saman at lurta og somuleiðis er heilt fitt av fólki yviri á Hvonn, har fundurin eisini er at hoyra.
Rókur Jákupsson stendur fyri tónleikinum og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, tekur saman um valstríðið.









