ÍSLAND: Tað hilnast ikki so væl hjá føroyingunum í íslendskum fótbólti, sum tað gjørdi fyrr í summar.
Aftur í kvøld vóru teir tríggir Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen ímillum teir fyrstu ellivu, og teir vóru allir á vøllinum alla tíðina, tá ið Grindavík í kvøld vitjaði á Líðarenda.
Valur hevði greiða leikliga yvirvág, bæði í 1. og 2. hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at vinna meiri enn eitt stig. Úrslitið av 1-1. Grindavík legði seg á odda við stútara, tá ið tað restaðu fýra minuttir av 1. hálvleiki, og Valur javnaði sjey minuttir eftir steðgin.
Tølini tala fyri seg: Valur hevði fimtan skot ímóti málinum, og Grindavík hevði tvey. Valur hevði átta hornaspørk og Grindavík hevði eitt.
Burturúr fýra teimum síðstu ferðunum hevur úrtøkan hjá Vali bara verið trý stig, og í kvøld misti liðið næstfremsta plássið til ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. KR er framvegis oddalið.
Úrslitini í 13. umfari í kvøld: Fylkir-ÍBV 1-3, Þór-Fram 3-0, Breiðablik-FH 0-1, Valur-Grindavík 1-1 og Víkingur-Stjarnan 1-1.
Støðan: KR 27, ÍBV 25, Valur 24, FH 22, Stjarnan 19, Fylkir 18, Keflavík og Þór 17, Breiðablik 15, Grindavík 12, Víkingur R 8 og Fram 6 stig. KR hevur spælt 11 dystir, ÍBV og Keflavík hava spælt 12 dystir, og hini hava spælt 13 dystir.