Stígur komin í hjá Víkingi

1.deild: Teir næstbestu hjá HB fóru í dag úr Leirvík við einum stigi

Eitt sindur av stígi er komið í hjá Víkingi, sum í dag fyri triðju ferð á rað var partur av javnleiki.

Tað er synd at siga, at javnleikirnir eru so málríkir.

Í dag endaði dysturin í Leirvík ímóti HB málleysur.

Fyri einari viku síðani endaði tað 1-1 á Eiði, og síðsti heimadysturin, sum var ímóti 07 Vestur, endaði málleysur.

Víkingur er nú á triðja plássi við 27 stigum – eitt stig frammanfyri KÍ og eitt stig aftanfyri 07 Vestur.

HB er næstaftast við níggju stigum. Tað eru fýra stig fram til B36 og áttanda plássið.