Stígur komin í arbeiðið at varðveita einastu hvalastøðina í landinum

Nú sær út til, at stígur er komin í ætlanina at varðveita hvalastøðina við Áir og at gera hana til eitt savn. Í árunum frá 2011 – 2017, hevur Løgtingið játttað tilsamans 12,3 milliónir krónur til bráðfeingis umvælingar á hvalastøðini.

 

Í ár er ein millión játtað til endamálið, men á fíggjarlógini fyri næsta ár er eingin játtan til endamálið, upplýsir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fyri fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar.

 

Hon vísir á, at hesar umvælingarnar eru annars fyrsta stigið í at gera hvalastøðina til eitt savn og at lata hana upp fyri almenninginum

 

Hon sigur, at Tjóðsavnið, sum stendur fyri umvælingunum av hvalastøðini við Áir, hevur boðað frá, at tey mangla 1,5 milliónir fyri at koma á fult á mál við fyrsta stigi av umvælingunum og tá eru húsini gjørd uttan og økið uttanfyri.

 

Tað fer at kosta 580.000 krónur at gera støðina til eitt savn, og eitt savn fer at kosta 300.000 krónur um árið at reka.

 

Annars vísir ein leyslig meting, at tað fer at kosta 7,5 milliónir at gera gólvini, at gera tann tekniska útbúnaðin, at gera trygdartiltøk hjá vitjandi í øllum bygningum og tað elektrisku arbeiðið innan. Uttan er talan um at gera dampspøl, elektrisk spøl, hvørvisteinar, royk-hanus, beinsag, tangar og skorsteinar.

 

Tá er støða ikki tikin til tey gulu húsini á hvalastøðini, har Vinnuháskúlin hevur sítt virksemi. Kostnaðurin fyri at flyta virksemið hjá Brandskúlanum er heldur ikki tikin við. Men tað er greitt, at skal hvalastøðin við Áir lata upp sum savn, er neyðugt at flyta virksemið hjá Brandskúlanum, men hvar hann skal so skal verða, er ikki greitt.

 

Hvalastøðin við Áir er rættiliga søgulig. Hon er tann einasta, sum er eftir av teimum sjey hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn í Føroyum fyri góðum hundrað árum síðani. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og hon tann einasta hvalasøðin av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara jarðarhálvu.

 

Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum 214 hvalastøðum, sum norðmenn reistu fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvalastøðin við Áir. Aðrar tjóðir høvdu eisini hvalastøðir, og onkrar teirra eru eisini varðveittar.