Stíggjur hevur opið hús mikudagin

Mikudagin 2. oktober fer Verkhúsið Stíggjur í Saltangará at hava opið hús frá klokkan 14-17. Tiltakið verður fyriskipað í samband við, at stovnurin nú hevur 20 ár á baki

Katrin Haraldsen, dagligur leiðari í Verkhúsinum Stíggi, sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið henda dagin at síggja húsið og tær umstøður, sum teir stívliga 30 borgararnir virka undir.
- Verkhúsið Stíggjur hevur opið hvønn yrkadag. Starvsfólk eru her frá klokkan 08 til 16, og borgararnir møta umleið klokkan 9. Tá ber altíð til hjá fólki, sum kanska kundu hugsað sær at keypt okkurt, sum borgararnir hava evnað, at hyggja inn á gólvið.
Á verkstaðnum evna borgararnir nógvar ymiskar og snøggar gávulutir, sum verða seldir.

Gera burturúr
Katrin Haraldsen sigur, at mikudagin 2. oktober verður meira gjørt burtur úr enn vanligar dagar.
- Tá fara vit at vísa áhugaðum húsið, og her verður tónleikur, ymiskt undirhald, og fólk fáa eisini lekrar køkur og leskandi.
Hon sigur, at tað hevði glett borgarar og starvsfólk almikið, um nógv fólk komu inn á gólvið henda dagin.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, og eg ivist onga løtu í, at fólk fara avstað aftur við eina góðari og gevandi uppliving, sigur dagligi leiðarin.
Verkhúsið Stíggjur er stovnur fyri fólk við serligum avbjóðingum og tørvi, og borgararnir koma í fyrsta lagi úr Eysturkommunu, Sjóv­ar kommunu, Runa­vík­ar kommunu og Nes kom­munu.