StÍF vinnur aftur

Hondbóltur: Kvinnurnar hjá StÍF hava havt tað trupult í ár, men seinastu tíðina hava tær trivið í fleiri og fleiri sigrar. Sunnudagin vunnu tær 21-20 ímóti Kyndli.

Eftir at hava stríðst fyri lívinum størsta partin av kappingarárinum, hava tær lokalu genturnar úr StÍF vunnið tríggjar av seinastu fimm dystunum. Sunnudagin vunnu tær á heimavølli tepran 21-20-sigur ímóti Kyndli. Havnargenturnar vóru annars á odda 9-7 í hálvleikinum og 12-8 stutt eftir hálvleikin, men eina løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki kom StÍF væl við aftur og vóru tær eisini stinnari í sjálva endanum av dystinum, har tær megnaðu at koppa dystin til sín fyrimun og vunnu við einum máli, nevniliga 21-20.
Við sigrinum hótta tær nú VÍF við at taka 5. plássið frá teimum, meðan Kyndil framvegis liggur í ongamannalandi á fjórða plássi.

StÍF – Kyndil 21-20 (7-9)

StÍF: Rebekka Justinussen (10) Fríðrún Danielsen (6) Birita Poulsen (3) Jóhanna í Króki (1) Oddrún Danielsen (1)

Útvísingar: 5 x 2min.

Kyndil: Ásleyg Súnadóttir (6) Anja Heinadóttir (5) Guðrið G. Eystberg (5) Randi S. Wardum (2) Jórun S. Ludvig (1) Súsanna Petersen (1)

Útvísingar: 1 x 2min.