Strandakvinnur liggja nú væl fyri at røkka týdningarmikla fjórða plássinum í SMS-deildini, ið gevur rættin at spæla FM-hálvfinalur.
StÍF vann í dag týdningarmiklan og tepran 29-27 sigur á Stjørnuni. Í steðginum var StÍF á odda 15-13.
StÍF hevur nú seks stig fleiri enn VÍF, ið hevur spælt tveir dystir færri. VÍF hevur torføran útidyst móti H71 komandi týskvøld klokkan 18.
StÍF hevur VB á heimavølli 13. mars í sínum seinasta dysti í grundspælinum.
Kyndil, H71 og Neistin hava longu vunnið seg í FM-hálvfinalurnar. Grundspælið endar 28. mars.
StÍF-Stjørnan 29-27 (15-13)
Toppskjúttar StÍF: Haruka Gima 10, Guðrið Ellingsgaard 7 og Lív S. Poulsen 4.
Toppskjúttar Stjørnan: Iulia Nalivko 7, Katrin Bertholdsen 5 og Tóra Eliasen 5.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 15 | 414 | 314 | 100 | 25 |
H71 | 14 | 415 | 375 | 40 | 21 |
NEISTIN | 14 | 407 | 324 | 83 | 19 |
STÍF | 16 | 449 | 452 | -3 | 16 |
VÍF | 14 | 358 | 380 | -22 | 10 |
VB | 15 | 357 | 451 | -94 | 9 |
STJØRNAN | 16 | 396 | 500 | -104 | 4 |