StÍF vann grannauppgerð

Strandakvinnur tryggjaðu sær sunnudagin tvey stig, tá ið grannarnir á Skálafjørðinum, Tjaldur, vóru á vitjan á Skála

Sunset-kappingin

Tað var bert fyrstu løtuna av dystinum, at Tjaldur fylgdi við vertunum, tí so hvørt sum dysturin leið, fór StÍF frá gestunum.

Skrædnaði eftir steðgin
Munurin var ikki so stórur fyri steðgin, 14-11 í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki gekk leingi rættuliga javnt á, men móti endanum fall avgerðin. Tá setti heimaliðið ferð á, og seinastu fimm minuttirnar av dystinum skrædnaði fullkomiliga hjá Tjaldur.
Enn einaferð var tað unga Rebekka Justinussen, sum royndist best hjá strandakvinnum, og hon gjørdist toppskjútti við átta málum. Hjá Tjaldur vístu tær báðar nýggju útlendsku spælararnir, hvør dugur er í teimum. Maya Hecimovic skeyt átta mál, meðan Jasmin Devovic skey sjey.

StÍF-Tjaldur 35-23(14-11)
StÍF: Rebekka Justinussen 8(3), Ninna K. Johansen 7, Poula D.Olsen 6, Paula Høgnesen 6, Malan Petersen 5, Guðrun Ólavsdóttir 2, Johanna í Króki 1
Tjaldur: Maya Hecimovic 8(1), Jasmin Devovic 7, Mona Langgaard 5(3), Urd Potts 2, Elinbjørg Hammer 1
Brotskøst: StÍF 3(3), Tjaldur 7(4)
Útvísingar: StÍF 2, Tjaldur 6
Dómarar: Ragnar Simonsen og Rúni Mohr