##med2##
Strandakvinnur eru ein dyst frá at skriva glæsiliga søgu. StÍF er á odda 2-1 í FM-finaluuppgerðunum í SMS-deildini aftaná sannførandi 27-20 sigur á neistakvinnum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var StÍF á odda 13-9. Tá neistakvinnur minkaðu um munin til 12-15 høvdu tær dystargongdina við sær, men áðrenn nakar hevði vent sær hevði StÍF hamrað fleiri kontrabóltar í málið hjá Neistanum, og so var støðan 19-12 til StÍF. Tað vóru serliga kontramálini sum vóru munurin á liðunum í dag.
Mikukvøldið klokkan 18 hittast liðini aftur í høllini á Skála. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
Neistin-StÍF 20-27 (9-13) - StÍF er á odda 2-1 í FM-finaluuppgerðunum.
Toppskjúttar Neistin: Fríða á Dunga 5, Maria Nólsoy 4 og Marjun F. Danberg 4.
Toppskjúttar StÍF: Poula Berg 7, Lív S. Poulsen 6 og Haruka Gima 6.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við eina vónbrotna Marjuna F. Danberg hjá Neistanum, ið staðfestir, at hon og liðfelagarnir brendur alt ov nógvar málmøguleikar og tað kostaði. Marjun slær tó fast, at Neistin eins og í 2. FM-finaluni ætlar at koma sterkt aftur og vinna sær rættin at spæla 5. FM-finaluna á heimavølli komandi leygardag.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá StÍF, Poulu Berg sum fekk fleiri av sínum sjey málum á strikuni. Poula sigur, at nú ætla hon og liðfelagarnir avgjørt at vinna FM á heimavølli í høllini á Skála mikukvøldið. Tær fara at venja sum vanligt mánakvøldið, og so taka tær tað harfrá.
##med3##