StÍF togaði seg úr botninum

Stjørnan misnýtti brotskast, tá tær kundu javnað, og so kundi StÍF lyfta seg av botnplássinum

Meðan hini fýra liðini í deildini tykjast stríðast um pláss í FM-finaluni, so hava StÍF og Stjørnan í heyst stríðst um at sleppa av botnplássinum. Setningurin hjá feløgunum er at menna lokalar spælarar, heldur enn at stremba eftir oddinum her og nú, men hinvegin hava tey hvør í sínum lagi eisini argað ovaru liðini.
Undan dystinum sunnudagin var Stjørnan eitt stig framman fyri StÍF, men tann støðan er viðvend í dag.
Tað eydnaðist nevnliga hjá StÍF at vinna dystin, men seinastu løtuna stóð heilt nógv á. Eftir ein sera javnan og málfátækan fyrra hálvleik, brúktu vertirnir fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki til egnan fyrimun, og dysturin tóktist avgjørdur, tá tær vóru komnar upp á 19-14. Seinastu 10 minuttirnar bar tó einki til. Stjørnan át leiðsluna upp, og tá tær í seinasta minuttinum fingu brotskast, hevði Ella Petersen møguleikan at fáa javnvág í roknskapin. Men tað eydnaðist henni ikki at skora, og so kundu tær á heimaliðnum fegnast um næsta sigurin í ár.
- - -

StÍF - Stjørnan 19-18 (7-7)
10 min: 4-2
20 min: 4-3
40 min: 12-10
50 min: 19-14

StÍF: Heidi Sevdal 4, Fríðrun Danielsen 4, Rebekka Justinussen 3(1),
Rannvá R. Jacobsen, Guðrið Poulsen, Bára B. Danielsen, Paula B. Høgnesen
Stjørnan: Mina Sirdal 8(2), Louisa Lassen, 4, Ana-Mara Ecaterinescu 3,
Jansy Jacobsen 1, Ella Petersen 1, Edith Hansen 1
Brotskøst: StÍF 1/1, Stjørnan 3/2
Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 2