HONDBÓLTUR
Veruligur klassamunur var á liðunum, tá Stjørnan í gjár vitjaði StÍF og veruliga vísti, at liðið av álvara er farið at hita upp til FM-finalurnar í Sunset-kappingini. Serliga tann parturin, sum hevur við skjótálop at gera, var sjónskur hjá Stjørnuni, sum í løtum fullkomuliga trumlaði StÍF niður.
– Hetta var ein superdystur, har vit veruliga fingu víst, at vit hava fingið nakað burtur úr miðvísu venjingini síðstu tvær vikurnar, har skjótálop er tað, sum hevur staðið fremst á skránni. Vit mundu eisini fáa eini 20 av teimum 44 málum við skjótálopum, staðfesti ovurfegni Stjørnuvenjarin, Henrik Gerster, eftir dystin.
Gjøgnum allan dystin vísti Stjørnan til fulnar, at liðið hevur nógvar streingir at spæla uppá, og umframt nevndu skjótálop, so vóru eisini onnur mál at síggja. Bæði bakkar og vengur fingu mál, og tað mundi koma serstakliga væl við hjá Stjørnuni, sum ikki júst hevur havt hepni við sær í málskjótingini í síðstuni.
Í seinna hálvleiki sá tað eina løtu út, sum StÍF vildi sleppa meira upp í part, men tað var skjótt, so hevði Stjørnan rist tað av sær. Og ikki minst kom kropsliga styrkin og góðu formurin hjá spælarunum til sjóndar í endaspurtinum, tí síðstu seks minuttirnar fekk Stjørnan níggju mál og StÍF einki…
StÍF-Stjørnan 24-44 (10-20)
StÍF: Fríðrun Danielsen 9, Rebekka Justinussen 9, Bára Berthelsen 3, Lovisa Andreasen 2, Sunfríð Johansen 1
Stjørnan: Simona Petersen 8, Durita Christophersen 6, Edith Hansen 6, Una Olsen 6, Bára Skaale Klakstein 4, Durita Ljósstein 4, Anna Kristina Samson 4, Joan Midjord Djordjevic 3, Diane Møller 2, Durita Mikkelsen 1