StÍF-VÍF 22-20 (17-11)
Kvinnurnar hjá StÍF fingu uppreisn fyri tapið í steypafinaluni herfyri, tá tær mikukvøldið vunnu 22-20 á VÍF.
Tað var serliga í endanum av fyrra hálvleiki, at munurin á liðunum var so stórur, at munurin bleiv avgerandi stórur. Tá tók StÍF seg frá 12-9 upp á 16-9, og steypavinnararnir vóru í stórum trupulleikum. Verjan hjá VÍF riggaði ikki væl í fyrra hálvleiki, men tað hoyrir eisini við til søguna, at tær í VÍF fleiri ferðir vóru óhepnar við sínum skotum, sum endaðu á stengrunum í staðin fyri í málunum.
StÍF hevði yvirvág, men sum tað er hent fleiri ferðir fyrr í ár, so steðgaði málskjótingin hjá teimum fullkomiliga upp ein stóran part í seinna hálvleiki. Tá hálvleikurin var fýra minuttir gamal, skoraði Paula B. Jacobsen, sum spældi sera væl í fyrra hálvleiki, har hon hevði fleiri góð gjøgnumbrot, til 19-12, men síðani gingu 11 minuttir, har StÍF einki mál fekk.
Tað fekk VÍF harafturímóti, og tá hálvleikurin var komin í helvt, vísti klokkan 19 til heimaliðið og 16 til útiliðið. Ein endurtøka av steypafinaluni, tó við øvugtum fortekni, lá í luftini, men VÍF kom ikki nærri.
Ein av orsøkunum til hetta var Karin Hansen, sum stóð væl í StÍF-málinum, og Sóley Mikkelsen, sum sera væl megnaði at halda vandamiklu Ioanu Rapa frá fatinum í seinna hálvleiki. Hinvegin var Jacklin Durhuus ein støðug hóttan móti heimaliðnum, og hon bleiv toppskorari í dystinum við níggju málum.
StÍF-VÍF 22-20 (17-11)
StÍF: Sóley Mikkelsen 8 (4), Paula B. Jacobsen 7, Alis Høghamar 4, Bjørg Mikkelsen 2, Palma Petersen 1.
VÍF: Jacklin Durhuus 9, Ioana Rapa 4 (1), Fríða Johannesen 3, Nicolina Joensen 2, Angelie Jógvansdóttir 2.
Ávaringar: StÍF 3, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 4, VÍF 5










