StÍF spenti ímóti

Neistin kom ikki ókeypis til stigini á Skála í gjár, tí StÍF-kvinnurnar stríddust manniliga ímóti og lógu bara akkurát undir

At vera oddalið er helst ikki altíð so lætt, tí oddaliðið er tað, øll hini vilja hava góð úrslit ímóti. Tað fekk Neistin at sanna á Skála í gjár, tá StÍF av øllum alvi royndi at stríðast ímóti, nú meistara- og oddaliðið var á vitjan.
Væl lá eisini fyri hjá teimum í StÍF, hóast tað kann síggja eitt sindur einsíðugt út, at tveir av spælarunum skjóta 19 av teimum 22 málunum. Eitt gott úrslit er annað enn álop, og í verjuni eydnaðist at halda Neistanum frá tí heilt stóra, tí tá avtornaði, vann Neistin bara við tveimum málum, 24-22.
Neistin fekk sostatt sigurin, ið liðið »átti« at fáa í hesum dystinum, men nokk so nógv skuldi til, áðrenn stigini vóru fingin til høldar hjá teimum bláu, ið tó gingu undan síðstu 40 minuttirnar av dystinum.
StÍF megnaði at hanga uppií, men slapp ongantíð í seinna hálvleiki upp á javnt, so hóast nógv stóð á, orkaði Neistin at halda leiðsluna allan vegin. Strandakvinnur gingu upp í uppgávuna við lív og sál, og tí var eisini um reppið, at tað eydnaðist at fáa eitt enn meira óvæntað úrslit burturúr.
Hetta sama var kanska júst trupulleikin hjá Neistanum, at munurin á stigatalvuni var so mikið stórur, at tað í løtum sá út til, at uppgávan kanska ikki var tikin í nóg stórum álvara. Men Neistin megnaði at verja borg og er enn fýra stig framman fyri Stjørnuna og VB, sum eru argastu kappingarneytarnir í løtuni.

StÍF: Rebekka Justinussen 10, Fríðrún Danielsen 9, Birita Poulsen 2, Irena Dam 1
Neistin: Barbara Brauer 10, Marjun F. Danberg 3, Bára Hansen 3, Nicoleta Radu Hansen 3, Birita Wardum 3, Jacklin Durhuus 1, Anja Eliasen 1