StÍF spælir fyri vónini

VÍF kann vissa sær seinna finaluplássið. Men júst móti StÍF tala hagtølini avgjørt ikki til fyrimuns fyri heimaliðið

Bara ein dystur verður spældur í manskappingini um vikuskiftið. Í Vestmanna hevur VÍF møguleikan at gera av, hvørt teir skulu verða mótstøðuliðið hjá Kyndli, tá FM-finalan veðrur á skránni seinni í mánaðinum.
Vinnur VÍF dystin móti StÍF, so eru teir nevnliga fimm stig undan bæði strandingum og hoyvíkingum, og so er ballið liðugt hjá hinum.
Tað er tó ikki bara sum at siga tað hjá VÍF, tá StÍF stendur hinumegin. Tað kann væl vera, at StÍF eru skerdir, nú Alexandur Johansen dregist við skaða, samstundis sum liðið kanska eisini noyðist at vera bæði Paula G. Hansen og Jørmund Joensen fyriuttan. Men sálarliga hava strandingar so ruddiliga takið á VÍF. Higartil hetta kappingarárið hevur tað givið tríggjar sigrar í landskappingini og finalusigurin í steypakappingini, og tí kann so væl vera, at StÍF eisini tekur stigini sunnudagin.
Og hendir tað, so stendur alt opið fram til seinasta leikdag. Tá standa vestmenningar í teirri støðu, at teir skulu vinna trupla útidystin móti Kyndli. Um ikki, so kunnu strandingar og hoyvíkingar klandrast um, hvør teirra skal hava finalusessin.
Men skal hetta gerast veruleiki, so er treytin, at StÍF vinnur sunnudagin!