StÍF spælir framvegis við

Strandingar vunnu á Neistanum, og so er finaluplássið brádliga bara tvey stig burtur

Hondbóltur

 

StÍF tók av, tá teir sunnudagin fóru undir uppgávuna, sum líktist einum seinasta møguleika at halda fast í royndini at røkka einum finaluplássi í FM-kappingini í manshondbólti.

Sigurin á Neistanum varð grundlagdur í fyrra hálvleiki, tá StÍF var so nógv tað sterkara liðið. Neistin hevur havt ilt við at fáa samanhang í spælið seinastu dystirnar, og hetta revsaði heimaliðið so ruddiliga.

Eftir steðgin kom Neistin betur við, men hóast teir eitt skifti móti endanum vunnu seg upp á javnt, so megnaðu teir ikki at halda dampinum uppi seinastu løtuna.

Sigurin ber við sær, at StÍF nú er komið upp á 12 stig. Tað eru tvey færri, enn Neistin hevur á øðrum plássi, og so mundi tað eisini koma væl við, at H71 einki fekk við sær úr Vestmanna.

 

Fakta um dystin

StÍF-Neistin 28-26 (16-11):

10 min: 6-5

20 min: 11-7

40 min: 20-15

50 min: 23-22

Málskjúttar

StÍF: Alexander Johansen 6 (1), Bárður Danielsen 4, Mortan Hansen 4, Borgar Danielsen 4, Jørmund Joensen 3, Bent Djurhuus 2, Hávardur Trúgvason 2, Pauli G. Hansen 2, André Danielsen 1

Neistin: Áki Mørk 5, Tróndur Kragesteen 5, David Edvardsen 4, Jugoslav Djumic 4, Blagoje Buha 3(1), Birgir Poulsen 2, Finnur Hansson 2, Karl Herup Olsen 1

Brotskøst: StÍF 2, Neistin 2

Útvísingar: StÍF 1, Neistin 1

Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr