StÍF spøkir aftur

VÍF hevur sunnudagin møguleikan at hevna tapið í steypakappingini, tá StÍF aftur kemur til Vestmanna

Hondbóltur ? menn

Fagnaðurin var stórur á strandingum, tá teir mikukvøldið høvdu tryggjað sær finalusessin í Coca-Cola kappingini eftir samanlagdan sigur á VÍF.
Nú fýra dagar seinni koma strandingar aftur til Vestmanna, og so er spurningurin, um teir aftur fara at vinna vestmenningum neisur, soleiðis sum teir hava fingið til vana at gera.

Strandingum dámar at arga
Tað er tó ein stórur munur á dystinum mikukvøldið og tí, sum nú verður leiktur. Nevnliga at lands- og steypakapping eru fullkomuliga hvør síni hugtøk.
Meðan vestmenningar uttan iva lnú eggja nógva alla orku í landskappingina, har teir stríðast fyri gullmerkjunum, so hevur StÍF í løtuni lítið meira enn bronsuna at verja. Hartil kemur, at strandingar kanska longu hava latið tankarnir ferðast fram til annað vikuskiftið, tá steypafinalan er á skránni, og tískil resta tey seinastu prosentini í til dystin sunnudagin.
Og so skal heldur ikki gloymast, at tað hóast alt var VÍF, sum vann dystin mikukvøldið. At tað ikki rakk til ein finalusess komst av, at teir taptu dystin á Skála.
Alt hetta bendir á tað borðið, at VÍF eigur at roknast sum favorittur til dystin, men sum sagt, so hava strandingar seinnu árini havt til fragd at arga vestmenningarnar.
Til stuttleikar kann nevnast, at verður inniverandi ár íroknað, so hevur VÍF bert tapt fimm landskappingardystir í trý ár, og ikki færri enn tríggir av hesum hava verið móti júst strandingum. Í sama tíðarbili hevur VÍF tríggjar tapt í steypakappingini, og tvær ferðir av hesum hava tað verið strandingarnir, sum hava bast teimum, so um nakar kann sigast at hava tak á VÍF, so mugu tað vera júst strandingar.

Reisist H71?
Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir um vikuskiftið.
Í oddinum skal Neistin »bara« syrgja fyri at vinna restina av dystunum, um møguleikin fyri at fanga VÍF aftur skal haldast á lívi, so treytirnar undan dystinum móti KÍF í Vestmanna eru greiðar.
Neistin má eisini metast sum stórfavorittur til dystin, tí eftir heldur strævnu byrjanina upp á kappingarárið hava teir vunnið trygt, so leingi sum VÍF ikki hevur verið mótstøðuliðið.
Seinasti dysturin verður í Runavík sunnudagin, har Tjaldur fær vitjan av H71, sum enn eigur fyrsta sigurin í endaspælinum til góðar. Skal H71 á nakran hátt blanda seg í heiðursmerkjastríðið, so er hetta helst seinasta útkall, men hinvegin kann Tjaldur við einum sigri lyfta seg upp á eitt fyribils søguliga høgt fjórða pláss, so alt í alt bendir tað á eina sera javna uppgerð í Runavík.