StÍF ressast aftur

Eftir at nøkur vánalig úrsliti hava verið í kjalarvørinum á steypasigrinum, fekk StÍF aftur ein sigur sunnudagin

 

Tjaldur-StÍF 24-26 (10-11)


Hondbóltur


Tað var ikki frítt, at runavíkingar høvdu góðar vónir undan dystinum móti StÍF sunnudagin. Stutt framman undan hittust liðini á Skála, og har eydnaðist gestunum at fáa annað stigið við sær.

Tann dysturin var samstundis byrjanin til ein lítlan niðurtúr hjá StÍF, sum eisini hevur viðvirkað, at tryggja silvurplássið av álvara er komið í vanda.

Tí var eisini neyðugt hjá strandingum at vinna, og hetta eydnaðist eisini, tó at tað at kalla allan dystin stóð rættiliga nógv á hjá steypavinnarunum.


Tað varð nevnliga ongan tið tann stóri munurin á liðunum báðum í dystinum. Í fyrra hálvleiki var størsti munurin ein trý mála stór leiðsla hjá útiliðnum, sum fekst í lag, samstundis sum Tjaldri varð rakt av nøkrum útvísingum.

Tað eydnaðist tó heimaliðnum at stríða seg upp á javnt, men í seinna fekk StÍF aftur ein lítlan fyrimun, sum teir hildu fast um, tað sum eftir var av dystinum.


Á veg upp

Toppskjútti hjá StÍF í dystinum var afturvendi John Petersen, og yvirhøvur lat hann hampuliga væl at dystinum.

- Tað var javnt alla tíðina, og til tíðir stóð nógv á, men fyri tað mesta, so høvdu vit tó kortini munin, haldi eg.

- Í øllum førum gekk spælið betri, enn tað hevur gjørt í seinastuni, og hóast vit framvegis misnýta ov nógvar møguleikar, so haldi eg tó, at vit nú eru á veg upp úr aldudalinum, sum vit hava verið í síðani steypafinaluna.

Spurdur um strandingarnir nú av álvara fara eftir silvurmerkjunum, svarar John, at tað er hann so ikki í iva um.

- Hetta var vónandi fyrsta stigið á veg upp aftur, og nú gullmerkini meira ella minni eru farin, ætla vit okkum sjálvandi at royna eftir silvurinum, sigur John Petersen at enda.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Zoran Sarcevic 9(4), Sverri Justinussen 6(1), Tummas Magnussen 3, Dejan Mactic 3, Mortan Hansen 2, Arnfinn Langgaard 1

StÍF: John Petersen 9, Artur Johansen 7(7), Alexandur Johansen 4, Andre F. Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Costin Dumitrescu 1, Marius Joensen 1, Sveinbjørn Poulsen 1

Brotskøst: Tjaldur 7, StÍF 7

Útvísingar: Tjaldur 5, StÍF 4

Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen