StÍF og Stjørnan tóku ikki av gyltum møguleikum

Bæði StÍF og Stjørnan høvdu brotskast í evstu løtu, men felags fyri bæði liðini var, at stórskjúttin á degnum brendi. Paula Høgnesen fyri StÍF og Simona Petersen fyri Stjørnuna.

Tveir dystir hava verið í fremstu deildini hjá kvinnum um vikuskiftið. Í báðum førum endaði tað við javnleiki. Kyndil og StÍF deildu stigini í høllini á Hálsi, meðan Stjørnan og VB deildu stigini í KÍ høllini.
Øll fýra liðini kunnu iðra seg um, at tey ikki fingu fult, men helst eru tað tær úr Kyndli, sum hóast alt eru fegnast um at einki broytist á stigatalvuni. Kyndil liggur greitt á øðrum plássi, og tað gera tær framvegis.

Kyndil á odda

Kyndil var á odda meginpartin av dystinum móti StÍF. Rebekka Justinussen, sum er næst toppskjútti í føroysku kappingini, sat nógv uttanfyri og fekk einki mál. Helst hevur talan verið um skaða.
Fyri Kyndil stóðu Tomma Petersen, sum hevur brotið hondliðið, og Jórun Ludvik á áskoðaraplássunum og stuðlaðu sínum liðið. Júrun hevur sum skilt trupulleikar við rygginum.
Kyndil var á odda 11-9 í hálvleikinum. Í seinastu sekundinum av dystinum fekk StÍF brotskast. Paula Høgnesen, sum var toppskjútti hjá StÍF við átta málum, tók ábyrgdina á seg, men skotið fór við síðuna av.
Randi Wardum var sjónlig á liðnum hjá Kyndil og fekk eisini seks mál, meðan Paula Høgnesen var toppskjútti við átta málum.

Stjørnan tók heldur ikki av

Í Klaksvík var aftur dystur millum Stjørnuna og VB, sum dagin fyri høvdu spælt fyrru hálvfinaluna í steypakappingini.
Í fyrra dystinum var púra javnt allan dystin ígjøgnum, meðan tað í seinna dystinum var VB, sum næstan allan dystin var eitt fet frammanfyri. Í hálvleikinum var VB á odda við fýra málum, og tað var eisini munurin, tá níggju minuttir vóru eftir. Men eins og í steypadystinum, so megnaði VB ikki at halda tørn seinastu løtuna. Frá at verða á odda 21-17 til tveir minuttir seinni at hava mist leiðsluna og fingi ein spælara útvístan.
Í seinasta minuttinum skorar Stjørnan og VB, umfram at Stjønan fær ein gyltan møguleika at avgera dystin, tá dómarin bríkslar fyri brotskasti til heimaliðið. Simona Petersen, sum var greiður toppskjútti við tólv málum, tók avgerandi kastið, men Guðrun í Lágabø bjargaði í VB málinum.
Bæði Stjørnan og VB hava langt upp til annað plássið, og tí er steypakappingin stytsti vegurin til eitt heiðursmerki. Tí er ongiin ivi um, at tað verður eitt brak av einum dysti, leygardagin, tá VB tekur móti Stjørnuni í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini.