StÍF og Stjørnan svara seinastu spurningarnar í kvøld

Stjørnan og StÍF spæla kappingarársins fyrsta SMS-dyst í Klaksvík í kvøld

Eftir at allir kappingarneytarnir í SMS-deildini hava roynt seg minst einaferð, fara Stjørnan og StÍF undir kappingarárið í kvøld klokkan 18.00 í KÍ-høllini.

Bæði Stjørnan og StÍF høvdu tað sera tungt í SMS-deildini í fjør, har tað kortini eydnaðist at spæla seg í hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini og  at vinna fimm dystir og spæla ein javnan - íḿóti StÍf - Í SMS-deildini.

Tann javnleikurin var einasta stigið, ið strandakvinnur fingu í fjør, og tær gjørdu eisini greitt í hondbóltsblaðnum hjá Sosialinum í gjár, at tær fyrst og fremst noyðast at finna kensluna av at vinna ein dyst aftur. Tað man lítil ivi vera um at strandakvinnur hava eyna eyka sjóneyku til endamálið á ársins dystum ímóti Stjørnuni.

Stjørnan hevur kanska betri hug at seta sjóneykuna á liðini, ið vóru omanfyri á stigatalvuni í fjør, men fyrstu ábendingar um hvørt liðini bæði munnu fara at gera um seg í ár, verða givnar í Klaksvík í kvøld klokkan 18.00