VÍF-StÍF 25-24 (12-13)
Strandingar hava ofta áður argað VÍF, og tað gjørdu teir so sanniliga eisini í dag.
Stóran part av dystinum í Vestmanna vóru tað nevnliga gestirnir, sum stýrdu tí, sum gekk fyri seg, og seinastu løtuna bendi alt á ein sera óvæntaðan útisigur.
Støðan var nevnliga 24-22 til gestirnar, tá bara fýra minuttir vóru eftir at spæla, men so steðgaði StÍF púrasta upp.
Heimaliðið stóð fyri seinastu trimum málunum í dystinum, og tað rakk akkurát til at styrkja sær enn meira um oddasessin, har VÍF nú er fýra stig undan næstu liðunum.
Hjá VÍF var Rúni Joensen besti málskjútti við 7 málum. Mortan Hansen skoraði 6 av málunum hjá StÍF.