Tað varð ikki væntað, at StÍF fór at standa oddaliðnum kurl, men púra óvæntað hava strandingar framvegis møguleikan at sleppa í finaluna. StÍF vann í gjár við heili sjey málum á útivølli móti Neistanum, og tað sást týðiligt frá byrjan, at gestirnir høvdu nógv meira at spæla fyri. Strandingar vóru til reiðar frá byrjan og loyvdu ongantíð oddaliðnum at renna undan.
Fyri steðgin gekk javnt á, men miðskeiðis í seinna hálvleiki rann StÍF undan. Munurin øktist javnt og samt, og við trivaliga sigrinum halda strandingar framvegis lív í vónini um at sleppa í finaluna.
Marian Cirloganescu var dagsins maður hjá StÍF. Málverjin hevði fleiri týdningarmiklar bjargingar, sum hevði við sær, at Neistin ongantíð vann sær eina trygga leiðslu í fyrra hálvleiki.
Dysturin í gjár var týðiligt dømi um, at Neistin hevur einki at spæla fyri. Bláu havnarmenninir tóktust ikki serliga tendraðir, og meðan tað stóð á í seinna hálvleiki vildi eingin taka ábyrgd. Tað var ikki líkasæla, men tað var torført at seta seg upp, tá úrslitið sum so onga ávirkan hevur.
Alexandur Johansen, venjari hjá StÍF, staðfestir á heimasíðuni hjá Neistanum, at strandingar komu fyri seg í seinna hálvleiki, runnu undan Neistanum og vunnu uppiborið: – Vit høvdu tol og lupu ikki framav. Vit gjørdu okkum dælt av verjuvillunum hjá Neistanum, samstundis sum vit stóðu væl í verjustøðu, sigur venjarin.