Í gjár kunngjørdi hondbóltsfelagið á Strondum og Skála, StÍF, at felagið hevur fingið nýggjan mann at taka sær av besta mansliði felagsins. Talan er um 44 ára gamla danan, Tomasz Zilberberg, ið umframt at skula vera høvuðsvenjari hjá mansliðnum, eisini fer at vera ein partur av venjaratoyminum hjá kvinnuliðnum.
Tað skrivar StÍF á heimasíðu síni.
Tomasz Zilberberg hevur eina fortíð sum leikari í felagnum IF Stadion, og harafturat hevur hann eisini verið venjari ymsastaðni í Danmark.
Í hondbólti leggur Tomasz dent á harða verju og skjótt kontraspæl í fyrstu bylgju. Honum dámar væl at menna leikarar og krevur nógv av sínum leikarum, skrivar heimasíðan hjá StÍF.
Í farna kappingarári var lokali Pole Hansen, ið er pápi StÍF-leikaran Kjartan Johansen, venjari hjá besta mansliðnum. Hann heldur so ikki fram í ár.
Mansliðið hjá StÍF endaði nummar fimm í FTZ-deildini í farna kappingarári. Liðið fekk skavað 25 stig saman, og tað vóru sjey stig ov lítið at røkka einum finaluplássi.