StÍF telist ikki millum favorittarnar undan hondbóltskappingini, men hevur fyrireikað seg væl og leingi kortini. Hetta hevur eisini úrslitað í, at nógvir av yngru leikarunum hava tikið seg kropsliga fram í mun til í fjør.
Tó er ikki alt gingið upp á stás í fyrireikingunum, tí at skaðar hava gjørt, at leikarir ikki hava vant so nógv og so hart sum tørvur er á, greiðir Dia Midjord, venjari, frá.
Liðið hevur eisini havt nakað av frágongd. Serliga verður Allan Norðberg saknaður, men eisini Joakim Jürs, Jógvan G. Joensen og Borgar Persson hava takkað fyri seg á Strondum
Teir, ið skulu fylla plássini eru Mark Dahl, Rani Højgaard, Jóannes Prestá og Teitur V. Nilssen, ið eru komnir til felagið í steðginum.
Hetta liðið skal fyrst og fremst miða móti at menna yngru spælararnar og gera teir til reiðar til størri avbjóðingar.
- Men vit spæla eisini fyri at vinna, og tí ætla vit okkum eitt pláss upp á stigatalvuni, sigur Dia Midjord avgjørdur, og greiðir frá hvussu hann metir møguleikarnar:
- Nógv skal koppa okkara veg, um vit skulu røkka okkara úrslitamáli. Tann einstaki spælarin mennist, um hann venur og spælir við røttum hugburði. Um tað verður nóg mikið, ja, tað kann bara tíðin vísa, sigur Dia Midjord at enda.
StÍF spælir móti VÍF í Vestmanna sunnudagin klokkan 16.00