Bert niðastu plássini í FTZ deildini vantaðu at verða avgreidd áðrenn seinasta umfarð í grundspælinum, ið var leikt í dag.
Tað eydnaðist strandingum og klaksvíkingum at taka ávikavíst fimta og sætta plássið, tá ið bæði liðini megnaðu at vinna á liðum omanfyri seg.
Í Hoyvík var StÍF aftanfyri meginpartin av fyrra hálvleiki. Men eftir hálvleiksstøðuna 12-8 til H71 komu strandingar inn til seinna hálvleik við einari sera sterkari verju, ið fekk minkað um munin so hvørt.
Við 8 minuttum eftir at leika, høvdu strandingar javnað til 18-18 og liðini fóru at fylgjast. Tá ið tríggir minuttir vóru eftir, eydnaðist tað endiliga strandingum at leggja seg á odda, og í avgerandi løtuni hildu teir høvdið kalt, so at teir kundu enda kappingarárið við 23-21 sigri.
Fyri H71 skjeyt Peter Krogh 7 mál, meðan Jóannes Prestá somuleiðis fekk sjey mál fyri StÍF.
Klaksvíkingar vunnu á vestmenningum
VÍF hevði longu tryggjað sær triðja plássið áðrenn ársins seinasta dyst í Klaksvík.
Team Klaksvík stríddist tó við strandingar um fimta plássið, og klaksvíkingar greiddu sína skyldu í hesum stríði, tá ið teir vunnu á VÍF í dag.
Klaksvíkingar høvdu eisini hug at vera á odda meginpartin av fyrra hálvleiki, men móti endanum fingu vestmenningar minkað um munin, so at hálvleiksstøðan gjørdist 13-12 til Team Klaksvík
Í seinna hálvleiki hevði Team Klaksvík aftur hug at økja um munin, men tað eydnaðist VÍF at halda munin niðri á tveimum málum allan hálvleikin. Tættari enn hetta komu vestmenningar tó ikki, og dysturin endaði 30-28 til Team Klaksvík
Fyri klaksvíkingar skutu Jens Pauli Mohr og Vilhelm Vilhelmsen flestu málini. Teir skutu 7 í part.
Hjá VÍF gjørdist Bjarti Hansen toppskjútti við sjey málum.