Strandingar vunnu mikukvøldið 29-20 á Neistanum. Úrslitið merkir, at StÍF nú hevur seks stig á fimta plássi, meðan Neistin frmvegis bara hevur tvey stig á næstaftasta plássi. Hóast StÍF hevur verið verið væl við í teimum flestu av dystunum í ár, so er tað bara blivið til tvey stig higartil.
Mikukvøldið lá betri fyri, men tað var ikki fyrr enn fimm minuttir fyri tíð, at sigurin gjørdist tryggur.
Í hálvleikinum var munurin tvey mál. Fyri neistan var tað serliga Terji Mørk, sum gekk undan við at skjóta mál. Hann skoraði fimm av sínum átta í fyrra hálvleiki.
Áki Mørk, venjari hjá Neistanum, hevur fyrr víst á, at unga liðið hjá Neistanum manglar royndir. Tað kom til ssjóndar, tá Neistin mistið takið fimm minuttir fyri tíð. Tá var munurin framvegis bara trý mál, men StÌF seks mál upp í slag og endaði við at vinna ein tryggan sigur.
- - -
StÍF – Neistin 29-20 (12-10)
StÍF: Allan Norðberg 8, Sveinur Justinussen 5, Pætur Joensen 4, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen 4, Rógvi Danielsen 2, Jógvan G. Joensen 2
Neistin: Terji Mørk 8, Teitur Magnusson 4, Torstein Balle 3, Ári Roch 2, Andras Joensen 1, Beinir Davidsen 1, Rógvi Nolsøe 1