StÍF bukaði meistararnar

Meistararnir úr Kyndli vóru í fyrsta dystinum av Atlantic Airways-kappingini á vitjan á Skála hjá StÍF, og her fingu teir ein ordans umgang av heimaliðnum, sum vann við ikki færri enn 10 málum

Størsti spenningurin undan fyrsta umfari av Atlantic Airways-kappingini hjá monnum var helst, hvør undi fara at vinna dystin á Skála, har steypavinnararnir, StÍF, tóku ímóti meistarunum úr Kyndli.

Men eftir dystin kann bert staðfestast, at spenningurin í dystinum var ikki serliga stórur, tí heimaliðið snøgt sagt bukaði meistararnar av. Men tað, sum manglaði í spenningi, fingu áskoðararnir í øllum førum í dramatikki, tí heili tveir av spælarunum hjá Kyndli blivu riknir av vølli í seinna hálvleiki.


StÍF leyp avstað

Tað sást frá byrjan av, at StÍF var tað liðið á vøllinum sum vildi meir henda dagin. Verjan stóð betri, álopið koyrdi betri, og serliga mótálopini tóktust vera sterkari hjá strandingum enn hjá Kyndli.

Tað var eisini StÍF, sum legði seg á odda frá byrjan av. Kyndil royndi tó av øllum alvi at hanga í StÍF, men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, førdi heimaliðið 9-5, og hesa løtuna sá út til at ganga rættiliga javnt á millum liðini.

Men brádliga tóku strandingar rættiliga dik á seg. Við seks av næstu sjey málunum í dystinum øktu teir um leiðsluna, so munurin á liðunum nú var heili níggju mál, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at dysturin í hesi løtu sá út til at vera væl og virðiliga avgjørdur.

Kyndil kom heldur betri við allarsíðstu løtuna undan steðignum, og tá liðini fóru til hálvleiks, vóru átta mál á muni.


Dramatikkur eftir steðgin

Tað vóru helst fleiri, sum vónaðu, at Kyndil fór at gera eitt ordiliga come-back eftir steðgin fyri at fáa eitt sindur av spenningi í dystin, men hesi fóru skuffaði heim aftur. Spenningur kom nevniliga ongantíð í dystin, men áskoðararnir fingu tó eitt sindur av dramatikki eftir steðgin.

Tað byrjaði tó við, at StÍF økti enn meir um munin fyrstu løtuna, og tá góðir fimm minuttir vóru farnir, vóru heili 10 mál á muni. Men so hendi fyrsta dramatiska hendingin í dystinum. Í einum StÍF-álopi kom Janus Einar Sørensen at steðga einum púra leysum strandingi í hansara roynd, og hetta sektaðu dómararnir hann við einum reyðum korti. Tískil mátti Kyndil vera hann fyri uttan restina av dystinum, samstundis sum hann heldur ikki verður við komandi vikuskiftið.

StÍF gjørdi sær dælt av yvirtalinum og økti næstu løtuna um munin, so hann var heili 12 mál, tá seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal.

Eftir hetta tóktist Kyndil reisa seg eitt sindur, samstundis sum strandingar tóktust vera rættiliga væl nøgdir við støðuna. Síðstu 20 minuttirnar av dystinum hendi ikki stórt sæð meir enn tað, enn at Hans Áki Dal Christiansen fekk sína triðju útvísing, og sostatt mátti hann eisini ta tungu leiðina av vøllinum.

Endin av tí heila var, at StÍF vann ein sannførandi 10-mála sigur á meistarunum úr Kyndli í fyrsta dystinum, og ivi stóðst ongantíð um úrslitið.

Komandi vikuskiftið skal StÍF í sínum lag royna at halda fast um góða spælið, sum liðið vísti ímóti Kyndli leygardagin, meðan Kyndil hinvegin skal finna heilt annað spæl fram, um teir skulu gera sær vónir um at fáa fyrsta sigurin í ár.