ST-eygleiðarar farnir úr Sýrialandi

Umleið 150 ST-eygleiðarar eru farnir úr Sýrialandi. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB, sum sigur seg hava tíðindini frá eygleiðarum, sum ikki vilja verða nevndir við navni.

-ST hevur havt 300 eygleiðarar í Sýrialandi, men 150 teirra eru farnir úr landinum, og teir fara ikki aftur hagar, siga keldurnar við NTB. Sum skilst hevur ST gjørt av at skerja eygleiðaratalið eina helvt, men einki verður sagt um, hví tað er gjørt.

Danska herleiðslan kann heldur ikki upplýsa, hví ST-eygleiðarar eru farnir úr Sýrialandi, ella hvussu nógvir teir eru. Jens Grønborg hjá Hærens Operative Kommando sigur við Ritzau-tíðindastovuna, at ST er ikki komið við nakrari grundgeving, men hevur boðað frá, at eygleiðaratalið verður skert eina helvt.

ST-trygdarráðið samtykti annars fyri nøkrum døgum síðani at leingja heimildina hjá eygleiðarunum í Sýrialandi ein mánað.