Havstovan hevur gjørt royndir við ymiskum støddum av húkum til tess at vita, um støddin hevur týdning fyri fiskiskapin.
Úrslitini av hesi verkætlan eru, at húkastøddin ikki hevur avgerandi leiklut í fiskiskapi eftir stórum toski, men eftir smáum toski eru ávísar ábendingar um, at tann minsti húkurin fiskar best.
Royndirnar vísa harumframt, at gágga fiskar meira smáfisk enn hini agnsløgini, og at høgguslokkur fiskar mest stóran tosk. Fyri smáa hýsu hevur húkastøddin stóran týdning, tann minsti húkurin fiskar mest av smáari hýsu.
Agnið hevur eisini týdning, og tað er makrelur, ið fiskar mest.
Tað var munur á fiskileiðunum fyri bæði tosk og hýsu. Í Álinum var fiskurin meira smáttfallandi enn í Nólsoyarfirði, og munandi meira var av hýsu í Álinum.
Sostatt vísa hesi úrslit, at tað í ávísan mun ber til at minka um veiðuna av smáum fiski við at nýta ávís sløg av agni (toskur og hýsa) og við ikki at nýta ov smáar húkar (serliga hýsa).
Við at brúka ávís agnsløg ber eisini til at minka um veiðuna av antin toski ella hýsu; hetta hevur týdning, um annar av stovnunum er verri fyri enn hin.
Royndirnar hava eisini víst, at økisfriðingar kunnu nýtast til stovnsrøkt, men av tí, at so stórur munur var á hesum báðum leiðunum, sum liggja tætt saman, so er neyðugt við umfatandi kanningum av øllum teimum innaru leiðunum og gjøgnum alt árið, áðrenn hetta kann gerast sum best.
Havast skal í huga, at tað er trupult at gera endaligar niðurstøður bert við støði í úrslitunum frá hesi verkætlan, serliga tí at royndartíðarskeiðið var nakað stutt og átti at verið alt árið.
Eisini áttu fiskileiðirnar at verðið spjaddar kring alt landið.
Fuglfirðingurin Jan Toftegaard fekk eisini játtað pening frá Fiskivinnugransking fyri 2011 við tí endamáli at framleiða húkar við kunstigum agni.
Nevndin fyri Fiskivinnugransking helt, at tær praktisku royndirnar við hesum agnlíki tað sama kundu verðið gjørdar í sambandi við royndirnar í verkætlanini Selektivur línufiskiskapur. Játtað varð tí nakað
av peningi aftrat til hesa verkætlan at gera tær praktisku royndirnar.
Ein nágreinilig frágreiðing um alla verkætlanina við eftirgjørdum agni verður eftir ætlan gjørd fyri seg, men
her skal í stuttum verða sagt nakað um sjálvar fiskiroyndirnar.
Myndin vísir nærmynd av einum húki við tara á. Á legginum er ein reyður fiskur úr einum gummi-kendum evni, og innan í fiskinum er smakk/lukt evni, sum spakuliga seyra út í sjógvin.
Línan varð sett tríggjar ferðir á eini leið, har vanliga línan fiskaði væl av fiski, og hon varð sett bæði í myrkri og í ljósi; men eingin fiskur kom á línuna. Óvist er hví, men tvær orsøkir kunnu hugsast at vera elvt til, at fiskurin ikki vísti húkinum áhuga:
Ov lítið luktevni kemur úr fiskinum á húkinum
Húkurin er ov lítil til ein so stóran og harðan fisk (agnið)
Tað var heldur tungt at seta línuna, tí stokkar vóru allan vegin runt í stampinum, og tað, at stokkarnir vóru av plast og fiskarnir av gummi, var við til at gera, at húkarnir ikki runnu so væl út, sigur Havstovan í frágreiðing.
Til ber at lesa alla frágreiðingina á www.hav.fo









