Hóast árið í ár sum heild hevur roynst væl hjá búfuglinum í Føroyum og fleiri fuglasløg hava havt sítt besta ár í mong ár, er støðan sum heild ikki góð.
Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari í Nólsoy, sum fylgir sera væl við gongdini hjá fuglinum kring landið, sigur, at hóast góða árið í ár, so er veruliga støðan hjá fleiri fuglasløgum at kalla vanlukkuliga vánalig.
- Trupulleikin er, at millum lítið og einki kemur undan, og tá er lítið vunnið, hóast okkurt einstakt ár kann síggja gott út, sigur hann
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra hvat hann segði við Rás2 í gjár.