Støðan í Vági er ótolandi

-Flakavirkið í Vági hjá Føroya Fiskavirking hevur næstan staðið manntómt í seks vikur, og hetta harmar okkum í Suðuroynni, sigur Jógvan Krosslá, sum virkandi býráðsformaður í Vági, við Suðuroyarportalin.

Hann sigur, at støðan hjá arbeiðsfólkunum á flakavirkinum er ótolandi, tí eftir eina tíð, so fáa tey heldur ikki pening úr fiskavirkisskipanini hjá ALS.

?Tað er heldur ikki bert peningur, talan er um, men heldur tað, at hava eitt arbeiði at fara til, sigur Jógvan Krosslá.

Jógvan Krosslá sigur, at tað í løtuni er soleiðis, at øll oyggin bert bíðar, men at einki sær út til at henda, og eingin veit, um nakað fer at henda.