Støðan tykist kaotisk

Óli Jacobsen, sum hevur verið við og hevur fylgt samráðingum millum manningarfeløg og reiðarar í eini 40 ár, hevur ongantíð áður upplivað, at sáttmálaviðurskiftini hava virkað so kaotisk sum í løtuni, nú líkt er til, at Føroya Reiðarafelag hevur mist kontrollið, sum hann tekur til

KAOS

Støðan á sáttmálaøkinum millum reiðarar og manningarfeløg er rættiliga ógreið í løtuni, nú einstøk skip og skipabólkar eru farin í beinleiðis samráðingar við manningarfeløg um serstakar avtalur.
Óli Jacobsen, sum var formaður í Føroya Fiskimannafelag í ein mansaldur og annars hevur fylt samráðingum millum reiðarar og fiskimenn seinastu 40 árini, sigur, at hann ongantíð áður hevur upplivað, at støðan hevur soleiðis, sum hon tykist vera beint í løtuni.
- Vit hava hoyrt um skip, sum hava gjørt sáttmála við manningarfeløgini, og í dag verður fundur millum Felagið Nótaskip og manningarfeløgini. Líkt er til, at Føroya Reiðarafelag hevur mist tamarhaldið á støðuni, og okkurt bendir á, at Viberg Sørensen sum formaður hevur spælt fallit, sum Óli Jacobsen tekur til.
Fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag dugir í løtuni ikki at síggja, at rumblið, sum nú er íkomið á sáttmálaøkinum, tænir nøkrum parti til heiðurs.
- Nei, eg haldi ikki, at hetta er nøkur ynskistøða fyri nakran av pørtunum, hvørki fyri reiðarar ella manningarfeløg. Tað er ongantíð gott, tá viðurskiftini ikki eru í skipaðari legu, og tað er ongantíð gott, tá tú ikki veitst, hvør mótparturin er.
Óli Jacobsen hevur fylgt gongdini í gjár og í morgun, og hann heldur, at rættiliga trupult er at siga beint í løtuni, hvussu støðan, sum nú er íkomin millum reiðarar og manningarfeløg, fer at hátta sær.
- Ein møguleiki er, at menn fara at sissa seg og koma niður aftur á jørðina. Hin møguleikin er, at hvør serbólkur sær fer at gera avtalur við manningarfeløgini. Í løtuni tykist støðan rættiliga kaotisk, og alt tykist púrasta óskipað.
Óli Jacobsen heldur, at tað eisini kann henda, nú støðan er soleiðis vorðin, at tíðin við Føroya Reiðarafelag sum mótparti kann fara í vaskið.
- Eitt og hvørt fakfelag, antin tað er fakfelag hjá manningum ella reiðarum, ynskir at hava ein mótpart, sum tú kanst rokna við, soleiðis at tú hevur eina kenslu av, at virkað verður undir skipaðum viðurskiftum.
Óli Jacobsen heldur, at tað í løtuni tykist, sum um Føroya Reiðarafelag er við at fara í upploysn, men beint í løtuni er rættiliga trupult at siga, hvat úrslitið verður av øllum hesum, sum hent er í gjár og sum møguliga fer at henda í dag.
- Eg haldi ikki, at hetta er ein ynskistøða hjá nøkrum av pørtunum, sigur fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.

Vilmund Jacobsen