POLITIKKUR
Løgmaður er farin at ótolnast.
Hann er farin at ótolnast eftir einari útmelding frá Tjóðveldisflokkinum um støðuna í samgonguni. Men eisini løgmaður vil hava eina greiða støðu.
?Føroya fólk hevur ikki uppiborið framhaldandi at vera vitni til, at vit ikki finna útav tí. Tí haldi eg, at vit mugu gera støðuna upp og finna útav, um vit kunnu fáa annað lag á ella ikki, sigur Anfinn Kallsberg.
Tjóðveldisflokkurin er farin undir gjølla at umhugsa støðuna í samgonguni, eftir at Annlis Bjarkhamar varð søgd úr starvi sum landsstýrismaður. Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, sigur, at málið um Annlis og setanina av landsantikvari er bert tað seinasta málið av nógvum, sum gera, at flokkurin hevur brúk fyri gjølla at umhugsa støðuna.
Løgmaður koyrdi Annlis Bjarkhamar úr starvi fyri at staðfesta setanina av Steffen Stummann Hansen sum landsantikvari, men nú Høgni Hoydal hevur staðfest, at rætt er farið fram, so ætlar løgmaður einki meira at gera við málið, hóast hann er rúkandi ósamdur. Høgni Hoydal skal ikki vænta sær at verða koyrdur úr starvi sum mentamálaráðharri.
?Tað er ein stórur munur á støðuni hjá Annlis og Høgna. Annlis handlaði allatíðina beint ímóti tí, sum eg helt vera skilagott. Hon staðfesti eisini eina setan dagin áðrenn, at eg hevði fingið skjølini í málinum og langt aftaná, at eg boðaði frá, at eg fór at kanna málið.
Hon hevur so tikið eina fyrisitingarliga avgerð, sum hon hevði rætt til at taka, og nú er málið heilt øðrvísi við einum triðja persóni ? nevnliga tann nýggja landsantikvarin, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Hann sigur, at tað fer at kosta millum 2,5 og 3 milliónir ella meira at broyta fyrisitingarligu avgerðina og siga Steffen Stummann Hansen úr starvi, tá hann hevur fingið ein sáttmála fyri fimm ár, har eingin royndartíð er ásett.
Og løgmaður ætlar ikki at gera meira við sjálva setanina. Hann leggur dent á, at hann er púra ósamdur við niðurstøðuna hjá Høgna Hoydal um, at alt er farið rætt fram.
?Eg havi viðgjørt málið, og eg eri sannførdur um, at málið ikki er avgreitt á fullgóðan hátt. Men tann støðan er nú farin, og fyrisitingarligi myndugleikin er nú hjá sitandi landsstýrismanni, og løgmaður fær ikki gjørt meira við tann fyrisitingarliga partin, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður hevur altíð møguleikan at loysa landsstýrismenn úr starvi, men tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at løgmaður fer at taka hetta stigið móti sitandi mentamálaráðharranum.
Spurdur, um hetta ikki er eitt misálit á løgmann, tá Høgni Hoydal kemur til øvugtu niðurstøðuna enn løgmaður, sigur løgmaður, at hetta er ein meting, sum Høgni Hoydal má gera.
?Eg meti, at avgerðin hjá Høgna Hoydal er tikin útfrá einum politiskum atliti meira enn fyrisitingarligum atliti, sigur Anfinn Kallsberg.
Støðan gerast upp
Løgmaður ger eisini greitt, at hann ikki ynskir, at hetta stevið í samgonguni heldur fram.
?Tað er nú komið hartil, at fáa vit ikki annað lag á, so er hesari samgonguni ikki lív lagað, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann er farin at ótolnast eftir svari frá frá Tjóðveldisflokkinum, sum nú hevur umhugsað støðuna í longri tíð. Men løgmaður ynskir eisini, at partarnir seta seg niður og finna eina loysn á trupulleikanum. Hetta hevur løgmaður fráboðað Høgna Hoydal.
?Nú mugu vit fara at fáast við politikk aftur, sigur løgmaður at enda.










