Støðan hjá avvarðandi at persónum við demensi skal kannast

Alzheimerfelagið vil vita, hvussu avvarðandi at persónum við demensi hava tað. Tí verður skipað fyri talgildari spurnarkanning, har til ber at svara uttan at upplýsa navn, við heitinum: ”Spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demensi”.

Kanningin er stuðlað frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Endamálið við kanningini, sum er tann fyrsta av sínum slagi millum avvarðandi at persónum við demensi í Føroyum, er at lýsa, hvussu gerandisdagurin í familjum, sum eru raktar av demensi, verður ávirkaður av demenssjúkuni – harundir hvørjar fíggjarligar, sosialar og heilsuligar avleiðingar avvarðandi uppliva sum fylgju av demenssjúku, skrivar Alzheimerfelagið í tíðindaskrivi.

Alzheimerfelagið heitir á øll avvarðandi at persónum við demensi um at svara hesum spurnablaði. Tá ið vit snakka um avvarðandi, hugsa vit um persónar, sum eru um fólk við demensi, ikki bert familju. Vit vilja fegin, at fleiri frá somu familjum svara, tí tað er ikki vist, at øll uppliva støðuna eins. Jú fleiri svara, jú betri og rættvísari fáa vit lýst støðuna hjá avvarðandi. Tí heitir Alzheimerfelagið so inniliga á tykkum um at taka tykkum tíð at svara. Tað tekur bert umleið 10-15 minuttir at svara.

Alzheimerfelagið metir, at tað er av alstórum týdningi at seta sjóneykuna á støðuna hjá avvarðandi at fólki við demensi. Demensur er ein sjúka, sum eisini rakar tey avvarðandi, og eru tey ofta ein gloymdur bólkur. Kanningar uttanlands vísa, at leikluturin sum avvarðandi at persóni við demensi kann hava negativa ávirkan bæði á heilsu og arbeiðslív.

Felagið ger hesa spurnakanning til tess at kanna støðuna í Føroyum, soleiðis at til ber at kunna politisku skipanina og at geva myndugleikum og stovnum neyðugu vitanina um støðuna hjá avvarðandi fyri at kunna gera neyðugu raðfestingarnar.

Tað er Alzheimerfelagið, sum stendur fyri verkætlanini.

Maria Skaalum Petersen, granskari, er fakligur leiðari fyri verkætlanini. Afturat henni luttaka Sára Reinert og Elisabet Antoniussen, sjúkrarøktarfrøðingar og master lesandi í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum.

Leinkjan er eisini at finna á heimasíðuna hjá Alzheimerfelagnum, www.alzheimer.fo, eins og møguleiki er at taka spurnablaðið niður av heimasíðuni, svara tí og senda aftur til Alzheimerfelagið. Eisini ber til at ringja ella skriva til Alzheimerfelagið og fáa spurnablaðið sendandi við postinum.