Postboðið, sum gongur við posti til Kommunuskúlan í Havn, bar herfyri eitt serligt bræv inn á skrivstovu skúlans. Fyri skúlastjóran, Hanus Joensen, var hetta ikki bara eitthvørt bræv, men brævið, sum hevði við sær, at hann ressaðist úr djúpa stjórasessinum, og ringdi til okkara.
- Nú kann tað vera nokk, segði hann illfýsin.
Og vit avtalaðu at hittast, so hann kundi greiða frá, hvat tað var, sum nú kann vera nokk.
Omankomin í Miðlahúsið, við kaffimunni og sukurmola, heldur Hanus fram:
- Vit kunnu ikki longur góðtaka, at myndugleikarnir á hendan hátt beinleiðis mótarbeiða okkum, sigur hann og handar mær brævið, sum brot er prentað úr her á síðuni.
- Ongin vil rinda fyri eftirútbúgving av lærarum, og sum heild sakna vit álit, víðari karmar og størri virkisfrælsi, sigur hann.
Vil ikki rinda
Avsendarin av brævinum er Tórshavnar Kommuna, sum í stuttum boðar frá, at hon ikki vil rinda fyri eftirútbúgving og skeið hjá lærarum, hvørki innan- ella uttanlands.
- Nú er ovboðið. Hetta er enn ein staðfesting av, at ongin vil átaka sær at menna førleikarnar hjá føroyskum fólkaskúlalærarum. Ferð eftir ferð detta vit niðurímillum, tí øki eru, sum ongin vil átaka sær, greiðir ein ikki bara ørkymlaður, men eisini óður Hanus Joensen, frá.
- At kommunan ikki vil gjalda, er bara eitt av mongum dømum um, at myndugleikarnir renna undan ábyrgdini, og nú ána vit ikki, hvagar vit skulu senda rokningina, tá lærarar hava verið á skeið, sigur Hanus Joensen, sum umframt at vera skúlastjóri, er formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya.
- Tað er hetta ólukkuliga býtið millum Mentamálaráðið og kommununa, sum tey barasta ikki duga at býta sínamillum, staðfestir hann, og greiðir víðari frá, at skúlarnir ferð eftir ferð detta niðurímillum, tí øki eru, sum ongin vil átaka sær.
- Vit kundu nevnt fleiri dømi, harímillum eftirútbúgving av lærarum, næmingar við serligum tørvi, námsfrøðilig nýhugsan og skúlaskrivarar, sigur Hanus Joensen, sum avgjørt heldur, at skúlin átti at verið rikin av einum myndugleika.
Menning kostar
- Hetta er ein ikki sørt løgin støða at vera í, tí øll rópa upp um menning. Men tey gloyma, at skúlin er ikki bygningar, men menniskjuni sum har starvast og ganga, sigur Hanus Joensen.
Vanliga fær skúlin ein blokk frá kommununi, sum hann sjálvur ræður yvir og raðfestir. Hesin hevur verið nýttur til so at siga allan rakstur av skúlanum, burtursæð frá læraralønunum, sum landið rindar.
- Men nú tykist tað sum, at Mentamálaráðið og kommunurnar eru farnar í herna móti okkum og hvørjum øðrum, við at hvessa mørkini millum títt og mítt niður í minstu smálutir. Hetta er brævið frá kommununi enn eitt prógv um, sigur Hanus Joensen.
Stirvin skipan
Hanus leggur ikki fingrarnar ímillum í morgun.
- Vit kenna okkum surrað føst í einari stirvnari skipan, sum máar alt sjálvræði og virkisfrælsi undan okkum, sigur Hanus Joensen, sum júst hevur lokið prógv sum skúlaleiðari á lærda háskúlanum í Linkøping í Svøríki. Hendan útbúgvingin hevur tikið trý ár, og hevur hann sjálvur goldið størsta partin av henni.
- Hetta er enn eitt dømi um væntandi vilja til at rinda fyri menning av føroyska skúlaverkinum. Tí, meðan skúlaleiðarar aðrastaðni fáa rættiligar leiðsluútbúgvingar, so lata vit okkum eisini á hesum økinum lynda við næstbestu loysnini, nevniliga eina sálarfrøðiliga skeiðsrøð, har ongi námsfrøðilig atlit verða tikin, sigur hann.
Neyðareggið
Hanus Joensen vísir til orðaskiftið, sum kom í kjalarvørrinum á PISA kanningini og aðalorðaskiftinum um fólkaskúlan herfyri.
- Vit kenna okkum als ikki hoyrd, hóast bæði Pisa úrslitið og aðalorðaskiftið í tinginum prógvaði, at støðan í skúlunum er ein katatrofa. Men ongin vil rinda fyri menningina. Seinasta prógvið var neyðareggið, sum Mentamálaráðnum kom darlandi oman í tingið við, har skotið var upp, at bert ein tími skuldi leggjast afturat til 1. flokk. Tað er gott gjørt, at løgtingið skal yvirbjóða landsstýrinum, sigur Hanus, meðan hann slær fast, at menning og nýhugsan kostar.
Og hann vísir á, at krøvini til skúlarnar, og krøvini til tey fólkini, sum koma út á arbeiðsmarknaðin eru størri í dag, bæði fakliga og ikki minst sosialt.
- Tað er ómetaliga prinsipielt, og kann als ikki góðtakast, at vit ikki sleppa at eftirútbúgva lærarahópin. Vit mugu sleppa at handla frítt, tí sum nú er, eru vit niðurbundin og verða alla tíðina andað í nakkan av myndugleikunum, bæði fíggjarliga og námsfrøðiliga. Myndugleikar, sum av røttum áttu at gingið á odda og slóða fyri virkisfrælsið okkara, sigur Hanus Joensen. Og hann endar við at vísa til bankastjóran í Eik, Marner Jacobsen, sum segði tað so rámandi herfyri. Vit prenta brot úr røðuni her.