Støðan er nøktandi

Hensia Einarson, leiðari á Tjarnargarði, sigur í eini stuttari viðmerking, at hon heldur ikki, at støðan er óforsvarlig.
- Vit settu sparingar í verk í januar og vit hava sett enn fleiri sparingar í verk beint nú, sigur hon.
- Ein sparing, sum er sett í verk, er, at fleiri vaktir eru styttar, so nú eru tær flestur vaktirnar sjey tímar.
- Tað merkir, at starvsfólk arbeiða styttri um dagin og sostatt missir Tjarnargarður fleiri arbeiðstímar hvønn dag.
Annars var ætlanin at spara náttarvaktir burtur, men tann ætlanin er slept og ístaðin eru dagvaktirnar skerdar.
Annars hava tey tríggjar náttarvaktir til 34 fólk og hon heldur ikki, at tað er óforsvarligt.
Annars var ætlanin at skerja eina náttarvakt burtur, men tann ætlanin er slept.
Samanumtikið heldur Hensia Einarson, at støðan á Tjarnargarði er nøktandi, men sparingarnar rakar starvsfólkini, tí tey fáa meiri at gera fyri at røktin ikki skal fella.
Hon vísir eisini aftur, at fólk ikki sleppa í song ella upp, tá ið tey vilja.

Køkurin og reingerð
Á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi sigur Kristbjørg Petersen, virkandi leiðarin, at boðini frá myndugleikunum vóru, at sparingarnar skuldu ikki raka røktina og tað hava tey hildið seg til.
Og tað hóvar teimum væl, tí tey hava framt so stórar sparingar frammanundan.
Tískil hava tey gjørt aðrar tillagingar, eitt nú er reingerðin skerd og nú verður ikki gjørt reint um vikuskiftini.
Samstundis er køkurin skerdur, men ikki køkurin til búfólkini – og tey fáa framvegis føroyskan mat, sum tað eitt skifti var talan um at halda uppat við fyri at spara.
- Men vit hava eina kantinu til avvarðandi og onnur uttaneftir og hon er skerd.
Kristbjørg Petersen sigur, at sparingarnar fara at vera eftirmettar javnan at vita, hvussu játtanin heldur, hvussu tær eydnast og um tær eru forsvarligar.
Á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimið hava tey tríggar náttarvaktir til 70 búfólk og tað hava tey havt í fleiri ár.
- Tað haldi eg, er nøktandi, sigur hon.
Eins og leiðarin á Boðanesheiminum, staðfestir Kristbjørg Petersen á heiminum í Eysturoy, at har geva tey ikki búfólkunum óneyðugan svøvnheilivág fyri at avlasta náttarvaktirnar.
- Vit gera so lítið av svøvnheilivági, sum gjørligt, so tað verður ikki talan um at geva teimum heilivág, bara fyri at fáa frið.
Les fleiri greinar í blaðnum um sama evni.