ST-aðalskrivarin ikki uppiborið at leiða ST

- Ein ST-aðalskrivari, sum sigur seg skilja hópdráp av børnum, kvinnum og eldri er ikki egnaður at leiða ST, sigur ísraelskur sendimaður í ST.

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Eli Cohen, leggur í dag eftir ST-aðalskrivaranum, António Guterres, og heldur, at maðurin ikki hevur uppiborið at leiða ST.

 

Hetta sigur Eli Cohen sambært tíðindastovuni, AFP.

 

Fleiri ísraelskir politkarar hava víst sína ónøgd við ST-aðalskrivaran, eftir at hann í endanum av oktober segði seg vera skakaðan av greiðu brotsverkunum, sum Ísrael fremur móti humanitera fólkarættinum í Gaza.

 

Hetta segði António Guterres á fundi í ST-trygdarráðnum.

 

Ísraelski uttanríkisráðharrin heldur, at tá ST-aðalskrivarin úttalar seg soleiðis, so rættvísger hann samstundis hópmorð og sipar til Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober.

 

Úttalilsini hjá António Guterres fingu eisini ilt í ST-sendimannin hjá Ísrael, Gilad Erdan.

 

- ST-aðalskrivarin, sum sigur seg skilja hópdráp av børnum, kvinnum og eldri er ikki egnaður at leiða ST. Tí heiti eg á hann um at taka seg aftur úr sessinum, skrivar Gilad Erdan á X, fyrrverandi Twitter.