Aðalorðaskifti um støðu teirra brekaðu var eitt av málunum á skránni fyri tingfundin, ið varð settur mikumorgunin klokkan tíggju. Talan var um aðalorðaskifti um tingmál nummar 101-4, ið var frágreiðing frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, um støðuna hjá teimum brekaðu. Hetta mál varð avgreitt á tingfundinum.
Á skránni var eisini fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 25/1999, ið er uppskot frá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum um uppihald á stovni og líknandi. Málið varð beint í trivnaðarnevndina.
Til seinast var á skránni fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 21/1999, sum er uppskot frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum. Málið varð beint í rættarnevndina.
Áðrenn tingfundurin var lokin klokkan 16:25 boðaði tingformaðurin frá fyrispurningi nummar 100-13/1999, sum er fyrispurningurin frá Tórbirni Jacobsen til fiskimálaráðharran um stuðul og veðhald til fiskivinnuna.










